Tann 18. november 2010 kunngerð Kappingarráðið niðurstøðu sína, eftir at hava viðgjørt kæru frá ferðastovum um samstarvsavtaluna millum Atlantic Airways og Landssjúkrahúsið. Men spurningurin er um Kappingarráðið hevur somu støðu, nú tvey flogfeløg kappast á Føroya rutuni

Her er tíðindaskrivið frá Kappingarráðnum:
“Negativ-váttan latin Heilsumálaráðnum
Avtala millum Heilsumálaráðið og Atlantic Airways um Corporate Implant er ikki fevnd av forboðnum í §6, stk. 1 og tí hevur Kappingareftirlitið veitt Heilsumálaráðnum eina negativ-váttan.
Ein negativ-váttan merkir at Kappingareftirlitið ikki metir, at ein avtala avmarkar kappingina, og tí er ikki orsøk til at geva boð um at broyta ella strika eina avtalu ella at broyta ella strika ásetingar í avtalu.
Kappingareftirlitið metti ikki, at avtalan avmarkar verandi kapping grunda á, at tíðarskeiði, ið avtalan fevnir um, er stutt, og tí at eftir gomlu skipanini var ikki verulig virkin kapping um hesar bíleggingar.
Avtalan førir við sær at avgreiðslugjaldið fyri hvønn ferðaseðil minkar úr 225 kr. til 96 kr., og er tí talan um eina munandi sparing hjá Heilsumálaráðnum. Samanumtikið er talan um at sambærilig tænasta verður veitt munandi bíligari og tí er talan um munadyggari samfelagsliga tilfeingisnýtslu.”