Eftir ein 1-3 ósigur ímóti EB/Streymi á Eiði leygardagin kann KÍ fáa tað trupult við at koma víðari úr bólkaspælinum í steypakappingini. Við 4 stigum eftir 4 dystir skal KÍ helst vinna báðar teir seinastu dystirnar fyri at verða vísir í at koma víðari.
KÍ tapti eisini útidystin ímóti EB/Streymi, sum tykist hava eitt rættiliga gott lið í ár.
Tað var annars KÍ, sum fyrst legði seg á odda. Hetta var við einum væl gjøgnumspældum máli, sum Hjalgrím Elttør gjørdi tíðliga í fyrra hálveiki eftir uppspæl frá Arnoldi Joensen.
KÍ nógv samanspæl
men ov fáar kjansir.
Fyrstu løtuna av dystinum hevði KÍ gott tak á dystinum, men sum frá leið, mentist EB/Streymur, og upp undir hálvleik gjørdu teir 2 tøtt mál.
Í seinna hálvleiki var KÍ ikki ment at svara aftur. Ístaðin gjørdist tað heimaliðið, sum sló sigurin fastan við einum máli afturat til endaligu støðuna 3-1.
KÍ spældi nógv saman, men kom tó ikki til teir nógvu málmøguleikarnar ímóti teimum taktiskt klóku og tryggu leikarunum hjá EB/Streymi, har fleiri royndir leikarar eru á liðnum.
Nú kann tað
gerast tungt.
Við hesum úrslitinum, og soleiðis sum hini úrslitini lagaðu seg, er KÍ komið í eina støðu, har stig skulu fáast til høldar í teimum báðum seinastu dystunum hjá liðnum í bólkaspælinum.
Tað er soleiðis, at liðini, sum enda á 1. og 2. plássi í teimum trimum bólkunum koma víðari í fjórðingsfinalurnar.
Harafturat sleppa 2 teir bestu trýararnir eisini víðari.
Sum støðan er beint nú, er KÍ nr. 3 í sínum bólki og er harafturat tann ringasti trýarin.
Hini bæði liðini, sum í løtuni eru nr. 3 í teirra bólkum, eru B36 og FS Vágar, sum bæði hava 6 stig, meðan KÍ hevur 4 stig.
Men sjálvandi kunnu ting broytast enn, og KÍ kann bjarga sær víðari, men so skulu aðrir bollar í suppuna!
Úrslit og støður
í bólkunum.
Bólkur I:
FSV NSÍ 2-1
B68 TB 6-0
Støðan:
1) NSÍ 9 stig
2) B68 7 stig
3) FSV 6 stig
4) TB 1 stig
Dynamittbólkurin:
Skála HB 1-4
B36 GÍ 5-1
Støðan:
1) HB 9 stig
2) GÍ 9 stig
3) B36 6 stig
4) Skála 0 stig
Bólkurin hjá KÍ:
EB/Streymur KÍ 3-1
VB AB (spæla sunnudagin)
Støðan:
1) EB/Str. 10 stig
2) VB 5 stig
3) KÍ 4 stig
4) AB 0 stig




