Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappingin var eins jøvn í 2002

Jákup Ósá

At kappingin í Føroyum ongantíð hevur verið so spennandi sum í ár er ikki heilt rætt.

Fleiri hava nevnt seinastu tíðina, at føroyska kappingin kanska ongantíð hevur verið so jøvn sum í ár, tá vit hugsa um oddastríðið, har 5-6 lið enn hava realistiskan møguleika at vinna føroyameistaraheitið. 

Í 2002 var spenningurin eins stórur, tá 12 umfør vóru leikt. Tá vóru bara 4 stig sum skildu nummar 1 frá nummar 6 eftir 12 umfør. HB, NSÍ, KÍ, B36, GÍ og B68 vóru liðini, sum um hesa tíðina kappaðust. Tá vóru bara 18 umfør og móti endanum av kappingini var eingin spenningur, tí HB vann greitt eftir sera sannførandi endaspurt. Niðanfyri kann dysturin í 11. umfarinum millum KÍ og HB í 2002 síggjast. Kanska besti dysturin tað árið. So vil tíðin vísa, um vit fáa ein eins góðan dyst í morgin, tá somu feløgini møtast. 

Kelda: FaroeSoccer