Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður á Norðoyastevnu: So er bíðitíðin av

Jákup Ósá

Manningarnar hava fyrireikað seg í fleiri mánaðir, men sleppa nú til fyrstu veruligu royndina. Spenningurin er altíð stórur undan fyrsta FM róðrinum.

Manningarnar hava fyrireikað seg í fleiri mánaðir, men sleppa nú til fyrstu veruligu royndina. Spenningurin er altíð stórur undanfyrsta FM róðrinum.

Spurningarnir eru nógvir undanNorðoyastevnu:

Megnar Fípan Fagra at endurvinna FMhjá 5-mannaførum dreingjum?

Megnar Rádni at halda sín púraeinaráðandi róður hjá 6-mannaførum kvinnum?

Fáa vit Sundabátin framaftur íoddin?

Kann Árnfirðingur kappast um gullið?

Megnar unga manningin á Klaksvíkingiat takla stóru avbjóðingina við at rógva hjá 10-mannaførunum?

Hetta er bara fyri at nevna nakrarspurningar úr rúgvuni. Kappróðurin hevur ligið stillur síðaniá ólavsøku og nú verður byrjað aftur frá null. Summir bátarvið nærum somu manningum, meðan summir bátar hava heilt nýggjasamanseting.

Fyrsti róðurin er í Klaksvík áNorðoyastevnu. Hetta er róðurin, sum er serligur á tann hátt, attrupult er at meta um úrslitini frammanundan, tí hetta er fyrstiróðurin. Ódnartøk hava verið, men har luttaka ikki allirbátarnir og har er talan bara um ein spurt og ikki ein 1000-metralangan róður. Siðvenja er eisini, at á Norðoyastevnu komaóvæntað úrslit. Tað er ofta komið fyri, at vinnarin áNorðoyastevnu ikki vinnur FM. Men eingin ivi er um, at manningarnarynskja eina góða byrjan eftir harða venjing í báti og ámaskinum í fleiri mánaðir.

FM kappróðurin á Norðoyastevnubyrjar kl. 15.00, men áðrenn rógva barnamanningarnar. Tær byrjakl. 13.30. Eftir dagsins róður fáa vit svar uppá nakrar av spurningunum ogábendingar um, hvørjar bátar ið kunnu væntast at kappast íoddinum í ár.

Les eisini:

Her er startrøðin á Norðoyastevnu

Serfrøðingur: Stendur millum Klaksvíking og Ormin Langa

Harleyfacadeacryl