Í løtuni eru útlit fyri, at 4 manningar fara at umboða Kl. Róðrarfelag á kappróðrarstevnunum í summar, og um áhugi er, kann eisini henda, at onkur manning kemur afturat, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í KRF.
Klaksvíkar Róðrarfelag var í fjør umboðað av íalt 5 manningum í FM-róðrunum, og sum støðan er nú, verða manningarnar 4 í tali í ár.
Martin skipar
venjingarnar.
Venjingarvirksemið er ikki komið heilt á hæddina enn, men tríggjar manningar eru tó byrjaðar upp á venjingarnar, sum í løtuni fevna um at venja á rógvimaskinunum og rennitúrar.
Eins og undanfarnu árini er tað Martin Venned, sum hevur lagt venjingarnar hjá manningunum til rættis.
Sum skilst verður Martin tó ikki sjálvur so nógv við í róðrarfelagnum í ár, men hendan ráðgevingin hevur sjálvandi týdning at fáa ikki minst hjá ungum og óroyndum manningum.
Dreingamanning
við Fípuni Føgru.
Sum skilst eru teir flestu av teimum, sum mannaðu Fípuna Føgru í fjør, blivnir 18 ára gamlir og tí ov gamlir til at rógva við dreingjabátunum.
Nú hava 7 dreingir í aldrinum 14-16 ár, tikið seg saman at manna eitt 5-mannafar í ár, og hava teir fingið Fípuna at rógva við. Teir hava ikki róð fyrr.
John Reid Ziska Jacobsen, sum róði við Fípuni Føgru í fjør, hevur átikið sær at stuðla teimum við venjingunum og halda teimum til.
Neyvan skal ein rokna við medaljum í fyrsta árinum hjá eini manning, men spennandi verður at síggja, hvussu hesir ungu røsku dreingirnir fara at klára seg í kappingini í summar.
Gentumanningarnar
við Teklu og Fípuni.
Á gentusíðuni er sum flestu kunnugt einki aldursmark hjá 5-mannaførunum, sum tí hava nakrar meira royndar manningar á hvørjum ári.
Hetta ger møguleikarnar hjá ungum gentumanningum lutfalsliga verri, tí sum oftast eru onkrar royndar manningar, sum eru ringar at taka.
Í løtuni venja 2 gentumanningar hjá Kl. Róðrarfelag onnur er manningin, sum róði við Teklu í fjør, og hin er ein nýggj manning, sum fer at manna Fípuna Føgru.
Tá vit í vikuni heilsaðu upp á hesar seinnu, manglaðu tær eina í at verða fullmannaðar.
Páll Fangi verður
helst flaggskip í ár.
Sum áður nevnt her í blaðnum, hava nógvir av teimum royndu rógvarunum gjørt av at gevast við at rógva kapp í øllum førum fyribils.
Hetta er sjálvandi eitt skot fyri bógvin fyri FM-møguleikunum hjá felagnum í ár.
Sum skilst verður tó framvegis arbeitt við at manna ein bát við royndum monnum, ið skuldu havt ein møguleika í fremstu røð.
Enn er ikki endaliga gjørt av, hvør bátur verður mannaður, men tá vit í vikuni tosaðu við Kristian Eli Zachariasen, formann í róðrarfelagnum, var mest líkt til, at tað verður Páll Fangi.
Fleiri manningar
kunnu melda til.
Sostatt eru í løtuni útlit fyri, at 4 manningar fara at umboða Kl. Róðrarfelag á kappróðrarstevnunum í summar tvær gentumanningar við Fípuni Føgru og Teklu, ein dreingjamanning við Fípuni Føgru og so ein meira roynd manning av monnum, sum væntandi fara umborð á Páll Fanga.
Sum skilst eru aðrar gentur og dreingir, sum hava hug at rógva í ár, men har tað ikki eru nóg nógv til at manna ein bát.
– Tí er tað kanska ikki óhugsandi, at onkur manning kemur afturat, sigur Kristian Eli Zachariasen, formaður í KRF, sum einki hevur ímóti, at onkur manning var afturat í felagnum.




