Leygardagin 14. september heldur Føroysk Felag á Vestursælandi stevni við Sorø Sjógv. Við eru trý feløg úr Keypmannahavn og eitt úr Odense.
Leygardagin 14. september heldur Føroysk Felag á Vestursælandi stevni við Sorø Sjógv. Við eru trý feløg úr Keypmannahavn og eitt úr Odense.
Felagið hevur verið so heppið at fáa sangaran og tónleikamannin Steintór Rasmussen til at seta stevnina.
Breyð við føroyskum viðskera verður at fáa.
Sum vant verða lutaseðlar eisini seldir.
Aftaná kappróðurin verður døgverði í Medborgarhúsinum, sum liggur eina snørislongd frá.




