Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður: Kappróðurin spennandi framtíð í Norðoyggjum

Norðlýsið

Í 1993 varð KRF (endur)stovnað, í 2002 kom nýtt lív í NHR, og í 2005 hendi tað sama við ÁRF

Í 1993 varð KRF Klaksvíkar Róðrarfelag (endur)stovnað, í 2002 kom nýtt lív í NHR Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag, og í 2005 hendi tað sama við ÁRF Árnafjarðar Róðrarfelag, sum á jólum tók eitt spildurnýtt kappróðrarneyst í brúk við bátahylin í Árnafirði – jú, kappróðurin í Norðoyggjum stevnir ímóti eini óhoyrt virknari og spennandi tíð.

Ein hevur havt kensluna av tí men hevur ikki ordiliga torað at trúð uppá, um menningin av kappróðrinum í Norðoyggjum fór at halda fram. Kortini hevur góða gongdin bara hildið fram og fram, og nú vit skriva januar 2007 er tað sjón fyri søgn, at triðja felagið í Norðoyggjum hevur lagt lunnar undir veruligt kappróðrarlív og –umhvørvi í Árnafirði.

Tvs. at vit nú hava 3 sunn kappróðrarfeløg í Norðoyggjum:
*KRF Kl. Róðrarfelag í Klaksvík,
*NHR Norðdepils-/Hvannasunds Róðrarfelag í Hvannasundi og
*ÁRF Árnafjarðar Róðrarfelag í Árnafirði.

Vit hava sæð tað aðrastaðni, í Eysturoynni og ikki minst í Havn, at ein dygg innanhýsis kapping millum feløg í sama øki bara er góð og mennandi fyri feløgini í hesum øki, tí hetta elvir bara til betran av tíðum og støðinum annars hjá manningum og feløgum.