Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróður

Frits Johannesen

”Onkunstaðni er eitt mark fyri, hvat tú kanst loyva tær at siga, serliga ólavsøkuaftan.”

Ólavsøkuaftan vóru kappróðrarløgini umrødd í útvarpinum. Ymisk vórðu skotsmálini, sum givin vórðu. Sigast kann, at teir ikki fóru so væl við sanginum um Erlu kongsdóttur, sum Edmund Joensen hevur yrkt , og Njal Reinert Petersen sang. Vit liva í einum frælsum landi, og sjálvandi hava fólk loyvi til at siga sína hugsan um viðurskifti á ymsan hátt, men hugsandi er, at onkunstaðni er eitt mark fyri, hvat tú kanst loyva tær at siga, serliga ólavsøkuaftan.

Løgini

Summi løg fingu gott skotsmál, onnur minni góða umrøðu, og lagið um Erlu var á markinum til eina vanæru. Hetta var ikki bert niðrandi fyri Edmund og Njal, men okkum øll í bygdini. Hetta eigur ikki at fara um varrakant á tjóðarhátíð føroyinga. Vit eru 1500 sálir her í Fuglafirði, og eru vit komin væl undan síðani landnámið í øllum brøgdum. Útvarpið eigur t. d. fleiri góðar upptøkur av kórunum í bygdini, men tað er so eiðasørt, at tú hoyrir nakað til hesar upptøkur. Hetta átti at komið fram, um ikki annað á Varmekeldu. Upptøkurnar liggja og fúna burtur í hesum mentanarstovni okkara. Hetta er stórt spell, tí bygdirnar hava ikki smæðst burtur millum ár og dag á tí mentanarliga økinum. T. d. koma flestu av okkara bestu skaldum av bygd. Tað sama kunnu vit siga um okkara listafólk.

Ólavsøkan í ár.

Haraftur ímóti fer ólavsøkuaftan í ár aftur í søguna í Fuglafirði sum ein fagnaðarløta av teimum stóru og góðu her í bygdini. Vakurt var at hoyra um kappróðurin í útvarpinum, so væl sagt varð frá, og hvussu væl alt gekst. Jú, tú heldur við tíni bygd. Hetta er bæði tín uppruni og títt fólksliga rensl, sum kemur upp í sinnið, tá ið svá er. Ikki smæddust kappróðrarfólkini úr Fuglafirði burtur ímillum hesar bátar.

Róðurin

Ja, sigur frásøgumaðurin, so er tað tann ljósagrøni báturin úr Fuglafirði.. hann er fremstur… hann er skutin frammanfyri …. nú er hann eina hálva bátslongd frammanfyri.. o. s. fr. Nú eru bert 50 m eftir á málið… har fall skotið… Erla kongsdóttir er farin um málið … og er føroyameistari í ár. Hon var tað undan róðrinum, og var eisini nr. eitt í hesum róðri. Somuleiðis gjørdist Silja eisini Føroyameistari , hóast Silja ikki var fremst. Hon skuldi vera framman fyri Drekan, tá ið komið varð á mál. Rádni smæddist ikki burtur, og var hann fremstur í røðini í byrjanini eina góð løtu. Ja, tað er vakurt at síggja kappróðurin, so litfagrir allir hesir bátar eru, og hvussu væl teir rógva. Áralagið er ein rytmisk gonga, sum livir í ørmum, kroppi, árablaði í hvítum hjóma og livandi ljóði um toll og skeytar.

Fylgið og fagnaður

Vakurt var at síggja fylgið koma aftur inn um Varmakeldueiðið eftir róðurin henda dag – inn eftir Dølum, fara um Brúnarenda og koma inn um Sýn. Ein vakur, hvítur lastbilur á odda. Tað er Ovi Joensen, sum nú í 25 ár hevur koyrt kappróðrarbátarnar til kappróður og aftur til bygdina eftir kappróðurin. Hjartaliga til lukku við tí. Steðgað varð við Mentanarhúsið, har kappróðrarfólkini vórðu heiðrað, og ein góður biti varð boðin øllum, sum vórðu møtt upp. Kommunan var vertur. Magnus Midjord, varaborgmeistari, stóð so snøggur og bjóðaði øllum vælkomin. Dánjal Vang, kommunustýrislimur, helt eina tignaðarliga røðu fyri kappróðrarfólkunum. Soleiðis eigur tað at vera. Hetta var ein góð løta. Hjartaliga til lukku við kappróðrinum í ár og stóra tøkk til tey, sum taka sær av hesari ítróttargrein í bygdini.

Frits