Tað er ikki bara innan bólt-ítróttina og heldur ikki bara menn, sum flyta millum ítróttafeløg. Tað er Anna Mohr eitt sigandi dømi um í summar verður hon ein av manningini við 6-mannafarinum Páll Fanga, men í løtuni venur hon saman við eini Havna-manning til luttøkuna á Scilly í vár.
Síðan november í fjør hevur klaksvíkingurin Anna Mohr vant saman við eini manning úr Havn, sum fer at rógva kapp við bátinum Brendan á Scilly-oyggjunum seinni í vár.
Besta kvinnumanningin í kappróðri í fjør gjørdist manningin við 6-mannafarinum Jarnbardi úr Havn, sum gjørdist føroyameistari og vann atgongd til kappingina á Scilly-oyggjunum.
Ein royndur
kapprógvari.
Hetta verður hennara 10 kappróðrar ár, so sigast má, at Anna Mohr telist millum royndastu rógvarar her í økinum.
– Fyrstu ferð eg róði var í 1994 við Fípuni Føgru, sigur Anna, sum á hvørjum ári síðan tá hevur verið umborð á einum kappróðrarbáti.
– Eg minnist ikki hvussu leingi eg var við Fípuni, men aftan á eina tíð við Fípuni, fór eg við Páll Fanga.
– Okkurt árið hava vit tó ikki verið við í øllum kappróðrunum, men tað hevur kortini ikki verið so ofta kanska eitt ella tvey av hesum árunum.
Sostatt verður 2003 kappróðrarár nr. 10 hjá Onnu.
Fyrsta ferðin hon
ikki rør við KRF.
Hóast 24 ára gamla Anna hevur róð kapp, síðan hon var 14 ára gomul, so hevur hon ongantíð fyrr róð fyri annað felag enn Klaksvíkar Róðrarfelag.
Men hetta verður sum nevnt broytt nú.
Sum flestum kunnugt, hoyrir Jarnbardur til Róðrarfelagið Knørr úr Havn, so helst skrivar Anna róðrarsøgu, tí tað man neyvan vera komið ofta fyri fyrr, at ein kvinna, búsitandi í Klaksvík, venur og rør saman við eini manning úr Havnini.
Hinvegin er Anna ikki tann einasta í hesi manningini, sum kemur úr øðrum bátsmanningum enn Jarnbardi. Munurin er tó tann, at hon er tann einasta av manningini, sum ikki býr í Havn.
3 av 7 róðu við
Jarnbardi í fjør.
Av kvinnumanningini, sum vann føroyameistaraheitið hjá 6-mannaførunum við Jarnbardi í fjør, er minni enn helmingurin eftir í hesari manningini.
Róðrarsamband Føroya hevur gjørt av, at um tað dettur burtur av eini manning, sum hevur vunnið atgongd til Scilly, so skal viðkomandi felag bjóða teimum, sum róðu við nr. 2, 3, 4 o.s.fr. at koma við ístaðin fyri rógvararnar, sum eru farnir av.
– Umframt tær 3, sum róðu við Jarnbardi í fjør, er 1 komin við frá Riddaranum (úr Vágum), 2 frá Gongurólvi (úr Havn) og so eg sjálv, sigur Anna, sum altso er tann einasta, sum býr uttan fyri Havnina.
Mørkini verða flutt
eisini av kvinnum.
Sostatt kunnu vit staðfesta, at tað ikki longur bara er innan bólt-ítróttina, at fólk flyta millum feløg
og øki. Nú er kappróðurin eisini komin upp í part í so máta.
Í Norðlýsinum fríggjadagin greiða vit eisini frá tveimum monnum, sum búgva í Havn men venja í Klaksvík. Hjá Onnu er tað júst øvugt. Hon arbeiðir í Klaksvík og venur í Havn.
So tað er heldur ikki bara menn, sum flyta kappróðrarmørk minni enn so.
Meir um Onnur Mohr og kappróður blaðútgávuni av Norðlýsinum fríggjadagin.




