Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kappróðurin einaferð enn

John William Joensen

LEIÐARIN: Í vikuni var sum vera man aftur kappróður í yvirskriftunum í bløðunum, og ein av miðlunum harmaðist um, at róðurin tók ov langa tið.

Hetta hevur verið afturvendandi kritikkur av kappróðrinum, og tað kennist líka sum um, at men vilja hava trýst kappróðurin saman til ikki at taka meira enn einar tveir tímar, ja, kanska betur um kappróðurin bert vardi í ein tíma, tí hvør tímir at lurta so leingi, og hvør tímir at standa á kappróðrarøkinum og hyggja tá so langt er ímillum róðrarnar.
Spurningurin er um vit ikki eiga at ganga heilt aðrar leiðir og ikki fokusera so nógv uppa hvussu skjótt vit kunnu senda ymisku bátarnar avstað aftaná hvønn annan.

Tað er ein sannroynd, at tað tekur sína tíð, at fáa ein róður avviklaðan. Sjálvt um alt gongur eftir vild og riggar sum tað skal, so er tað soleiðis á flestu kappingarøkjum, at sera leiðiligt er at standa og bíða eftir næsta róðri, tí fyri tað mesta, so hevur tú einans útvarpið at halda teg til meðan stórsti parturin av róðrinum verður rógvin og tá er skjótt til, at tað er iheimiligari og hugaligari at sita við hús og lurta, heldur enn at standa í kuldanum við kappróðrarøkið.

Tað er ikki róðurin, ella tað at tað tekur tveir ella fýra tímar at fáa avvikla róðurin í, sum ger, at alt ov fáir áskoðarar fara á kappróðrarøkið.
Heldur er tað kappróðrarøkið sjálvt, sum vit ikki hava dugað nóg væl at gjørt áskoðaravinarligt.

Eitt nú í Klaksvík, er tað so, at als onki er at taka sær til ímillum róðrarnar uttan at práta við fólk. Men sum áskoðaratalið er minka, og tá serstakliga av lokalum áskoðarum, so eru alt færri og færri fólk sum tú hittir, fólk ið tú kennir.

Eitt gott git frá okkara síðu er, at nógv meira enn helmingurin av áskoðarunum, sum stóðu úti á kappróðrarøkinum á vestursíðuni á Norðoyastevnu, vóru slík sum komu aðrastaðni frá, at heppa sínar egnu bátar.

Klaksvíkingarnir sótu helst fyri tað mesta í bilum, og í privatum heimum kring vánna og hugdu at ímeðan tey samstundis lurtaðu eftir útvarpinum.

Onki er at ivast í, at um so er at vit frameftir skulu fáa fólk frá húsum at hyggja eftir kappróðri, so er umráðandi at vit fara í holt við at gera kringumstøðurnar fyri róðrarnar nógv meiri áskoðaravinarligar.

Tað er ongin trupulleiki at vera á einum ítróttarøki ein heilan dag, um so er at okkurt hendir á økinum. Kappróðurin er tjóðarítrótt okkara, og tí er tað okkara uppgáva at bera so í bandi at henda ítrótt ikki dettur niðurfyri.

Vit hava fyrr í hesum teigi viðgjørt peningaligu síðuna hjá feløgunum. Skulu kappróðrarfeløgini hava møguleika fyri størri inntøkum, ja, so mugu vit fáa fleiri áskoðarar til kappróðurin, og kanska fleiri róðrar.

Klaksvíkar Býráð hevur kallað inn til fundar, har býráðið vil hava ymisk fólk á fund til at viðgera Norðoyastevnuna og hvat vit gera við hana framyvir. Onki er at ivast í, at hesin fundurin fer at snúgva seg nógv um kappróðurin, og spennandi verður at síggja, um ein slíkur óformligur fundur kann koma við nýggjum brenni á bálið, ið hevur verið um at kóðnað fleiri ferðir.