Mikudagin tann 16. apríl flotaði kvinnumanningin við Páll Fanga fyri fyrstu ferð bátin og løgdu so við ferð út á pollin. Við hesum er greitt, at kappróðrarárið 2003 av álvara er farið at nærkast.
Vit fingu eina mynd av manningini, tá hon var afturkomin av fyrstu venjingini umborð á Páll Fanga.
Tær hava vant dúgliga á rógvimaskinunum, men nú kom so dagurin, tá báturin sjálvur varð flotaður.
Sum skilst, fara tær at hava nakrar venjingar nú um páskirnar, so fólk kunnu gleða seg til at síggja vakran róður út- og inneftir vánni teir komandi dagarnar, og skjótt verða manningarnar helst fleiri at síggja á vánni.
Anna Mohr var við hendan fyrsta róðurin á vánni. Hon verður tó ikki við teir komandi dagarnar. Hon er við í manningini á Jarnbardi, sum tann 28. apríl fer til Scilly-oyggjarnar at luttaka í kappróðri har. Í løtuni leggja tær síðstu hond á venjingarnar.
Tann 6. mai verða tær aftur av Scilly, og verður tá Anna við aftur umborð á Páll Fanga. Meðan hon er burturstødd, hevur hon avloysara umborð.
Róðurskvinna og bátsformaður hjá Páll Fanga kvinnum er Solby Eliasen.




