Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KAPPRÓÐURIN Í KREPPU – ELLA ?

John William Joensen

Tað logar ein eldur í æðrunum á hvørjum einstakum okkara, skrivar Tórbjørn Jacobsen m.a.

Soleiðis verða ættarliðini flutt frameftir, við tíðar- flóðini, og haðani er kappingarhugurin eisini komin, – rekandi sum viðføri á tíðarinnar skiftandi sjóvarføllum, líka síðani frummenn-iskja kom inn í hendan heimin.

tórbjørn
jacobsen,
skrivar

Báturin hevur síðani landnámið verið lívæðrin hjá føroyingum. Óskipaður kappróður er ivaleyst líka so gamal. Soleiðis hevur kappróðrarítróttin ment og vaksið seg úr gerandislívinum, úr dagliga stríðnum fyri at liva og yvirliva. Ikki undarligt, at hon er kosin tjóðarítrótt okkara, tá ið mentan og kapping soleiðis eru grógvin saman, í eitt fullkomið kensept, sum eingin nakrantíð fær skalað, tað hava vit í hvussu er hildið fram til hendan dag.
Fyrsta ferðin kappróður, burturav, verður nevndur, er í bókini "Indberetninger fra en Rejse i Færøe 1781-1782" hjá Jens Chr. Svabo. Í tilmælinum var hin víðskygdi og oftani svartskygdi granskarin ávirkaður av olympisku leikunum í hinum gamla Hellas. Lítið spurdist burturúr tá, men fyri góðum hundrað árum síðani dagaði ein leistur undan, sum síðani hevur ment seg til tann kappróðurin vit kenna ídag.
Skipaður kappróður á Skálafjarðarleiðini gongur fram ímóti hálvt hundrað árum. Upp úr svørðinum á felagnum Tjaldur grør ein bulur, sum varð kallaður Nes Sóknar Ítróttarfelag. Hetta var í 1961. Sama árið smíðar hin legendariski koltursmaðurin Niclas felagnum tveir bátar. 10-mannafarið "Eysturoyingur" & ein mánaða seinri 5-mannafarið "Tjaldur". Árið eftir fær felagið 8-mannafarið "Sølmundur", og søguna síðani, kenna tey flestu. Onkuntíð var blussið lágt, men vit kunna við gleði staðfesta, at róðurin ongantíð slitnaði sundur í hesum næstan 50-ára tíðarhvarvi.
Seinast í 90-árunum komu rembingar í, – á ítróttarøkinum. Eitt slag av lokalum glasnost ella perestrojka kunna vit kalla tað. Teir, ið stjórnaðu paraplyorganisatiónini N.S.Í. saðlaðu um, og valdu at lata ítróttargreinarnar liva sítt egna lív, – í sínum egnu feløgum. Soleiðis varð handbóltsfelagið TJALDUR til, og seinri skipaði kappróðurin seg í felagnum Kappróðrarfelagið N.S.Í. Tað var í mai mánaða í 99, at hetta stigið varð tikið. Síðani hevur felagið bygt seg upp. Viðtøkur vórðu samtyktar á eykaaðalfundi og eftir tað søkti nýggja felagið um sjálvstøðugan limaskap í Róðrarsambandi- & Ítróttarsambandi Føroya.
Neystið, felagshúsið Niðri á Støð á Glyvrum, rann upp úr svørðinum. Dynamiskir vindar blástu og blása í felagnum, og stuðulin úr lokalsamfelagnum hevur verið stórur. Bæði handaliga & peningaliga. Tað kennist sum at kappróðrarfelagið, onkursvegna, saman við fótbóltinum sjálvandi, er ítróttarligi hjartaslátturin hjá fólkinum eystaru megin fjørðin. Og hetta hevur ikki so lítið at siga fyri øll tey, sum sita á bekkunum og sparra í, – og gera sítt ítarsta, – sum andlit felagsins úteftir, umboðandi alla eystursíðuna á Skálafjørðinum.
Felagið er ídag helst hitt stórsta í landinum. Bátsmanningar í flestu róðrum hava lagt til brots, og góðar orsakir eru fyri at hava bestu vónir um, at vit eiga oddin í onkrari kategori, tá ið Ólavsvøkuróðurin einaferð er lagdur aftur um bak seinri í ár.
Føroyskur ítróttur hevur í eina tíð staðið á einum vegamóti. Alt er meiri og meiri kommersialiserað, peningur er viðførið í øllum. Ov nógvum halda tey flestu. Tað skal verða mín vón, at kappróðurin ikki endar sum ein casino-fyritøka í Føroyum, tí tá er hin avgerandi mentanarligi parturin av honum steindeyður, og serliga tær smáu bygdirnar fáa ilt við at fóta sær í hesum kalda og oftani kyniska mammonheimi. Og harvið verður hendan ítróttin hótt, sum tað hon eigur at vera, – tjóðarítrótt Føroya, – nú og í allari framtíð. Lati okkum taka orðini hjá Mikkjali á Ryggi til okkum: "Ja, í stríði var norðmaður treystur, og í frið helt hann ítrótt og spæl;……………….." Hvørt til sína, tá man fara at grógva um gangandi fót, hiðani og frameftir.
Kappróðurin hevur verið nógv umrøddur í seinastuni. Hann hevur í mong ár verið sálin í føroysku summarstevnunum. Onkursvegna kennist tað í løtuni, sum er nakað av stígi komin í tjóðarítróttina. Færri bátar taka lut, og serliga galið sær tað út til at vera hjá flaggskipunum. 10-manna førunum. Vit kunna frøðast um "Eysturoyingin", táið hann fer sum ein einsamallur svanur um mállinjuna, men hugaligari hevði tað verið, at sæð hann vunnið í veruligari kapping. Skuldi tað gingið so galið, at krúnan á kappróðrinum fellur niðurfyri, eri eg bangin fyri hóttafallinum og tí ringasta. Havi tó ta vón, at hetta er ein komandi og farandi down-perioda. Hví skal Havnin, Klaksvíkin og Suðuroyggin ikki megna at flota eitt 10-mannafar? Nú frættist tíanbetur frá, at havnamenn hava tikið seg saman, og ætla sær at taka kappingina upp við glyvramenn og vestmenningar. Spell bara, at róðurin í Klaksvíkini ikki gjørdist meira kontinuerligur. At vinna føroyameistarheitið eitt ár og ikki flota bátin árið eftir er kanska dømi um, at tað ikki heldur í longdini, táið rekrutteringin ikki er meira einvís í lokalsamfelagnum. Róðurin er framvegis ein amatørkapping millum bygdir og býir. Har hjarta fullkomuliga fylgir bátinum í bygdini. Serliga táið tú kennir tey sum sita á bekkunum og afturi í rong.
Onkur heldur, at venjingarmaskinurnar eru atvoldin til fellið, sum vónandi bara er ein bráðfeingis kreppa. Nakað kann vera um tað. Tíðin, táið menn flotaðu bátin nakað fyri eina stevnu, og høvdu ein møguleika í kappingini, er farin. Megna øll róðrarfeløgini hinvegin, at gera seg út við neysti og maskinum, so fer ein styrkis- og treystis útjavning fram millum róðrarfólkið, á einum hægri støði, og tá fer ivaleyst at grógva í hesi ítróttini aftur. Tá verður ein heilt annar spurningur helst, um hesir ungdómarnir fara at brúka alla hesa tíðina, dastið av árinum, til venjing, um avbjóðingin ikki verður onnur enn at rógva í ein hálvan tíma tilsamans, um árið, á føroysku firðunum? Júst hesin spurningurin, hugsi eg, verður størsta avbjóðingin hjá Jan Hermanni og Róðrarsambandinum, táið teir fara at evaluera róðurin fyri summarhálvuna – eftir Ólavsvøku.
Nú verður Eystanstevnan hildin. Og appropos kappróður, so man tað vera merkiligasta raðfesting í nakrari ítróttargrein her á landi, at landsfelagið hevur tikið besta kappróðrarøkið í landinum burturúr kappingini annað hvør ár. Ein býttleiki, sum hevur skatt kappróðurin almikið hesi árini. Tað hugsi eg at flestu rógvarar eru samdir um, annað er hvat hildið verður á bonaðu gólvunum og í valdsklingrunum í skýmaskotunum hjá Róðrarsambandinum. Táið sálin er tikin burturúr stevnuni av øðrum enn teimum sum skipa fyri í lokaløkinum, mega fólk liva við eini nakað tódnaðari stevnu, har tjóðarítróttin er rikin út av tilvildarligum korridorpolitikki, heldur enn skilagóðari ætlan fyri, hvussu tjóðarítróttin framhaldandi skal liva og mennast. 

Vælsignaðir menn, sum ráða fyri borgum, lati Eystanstevnuna aftur fáa uppiborna heiðursplássi, at vera róðrarøki í FM-høpi á hvørjum ári. Til frama fyri allar partar sum vara av hesum fólksliga mentanarluti, ið kappróður veruliga er. 

Gott í tykkum, saðla tit um frá hesi verandi og ótolandi støðu.

Harleywoodpaint