Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karakterir til HB leikararnar

Jákup Ósá

Karakter meting (1-10): HB og Skála spældu ein tættan dyst í Gundadali í dag, har HB liðið vísti seg at vera meira avgjørt.

Hagtølini siga, at Skála hevði fýra málroyndir innanfyri stengurnar, meðan HB hevði tríggjar. Skála hevði eisini fýra royndir uttanfyri stengurnar, meðan HB hevði tvær. Samanlagt vann Skála skot hagtølini 8-5. Men mál hagtølini vann HB 2-0 og harvið 3 stig.

Sum heild var tað ikki til at síggja, at HB er topplið og Skála botnlið. Dysturin var tættur mest sum allatíðina, har Skála liðið kanska skapti eins nógvar góðar møguleikar sum HB. HB hevði tríggjar stórar møguleikar og skoraði uppá tveir.

Um karakter metingina er at siga, at hon er merkt av, at dysturin var javnur samstundis sum vit hava fortreytirnar eitt sindur í huga, tá leikararnir fáa metingar, har HB á pappírinum er eitt so ræðuliga nógv betri lið. Vit kunnu bara hyggja eftir innskiftu HB leikarunum í dag: Símun Samuelsen, Levi Hanssen og Tróndur Jenssen!

Teitur M. Gestsson

Tók tær royndir, sum komu og tóktist sera tryggur. Útspørkini høvdu tó ójavna góðsku, sum vit annars sjáldan síggja frá Teiti.

Karakter: 7

Jógvan Rói Davidsen

Er stutt síðani komin aftur frá skaða og er ikki eins sjónligur frameftir, sum so ofta fyrr. Í verjupartinum kemur hann hampuligt frá tí.

Karakter: 6

Jóhan T. Davidsen

Spælir væl í verjupartinum. Men góðskan í fráspælinum er ikki altíð góð. Skála kemur ikki til sínar møguleikar í økinum hjá Jóhan.

Karakter: 7

Rógvi Holm

Spælir rættiliga óstøðugt gjøgnum dystin. Hevur støður, sum hann kemur væl frá m.a. tvær avgerandi taklingar, men so ger hann eisini býtt mistøk. Fráspælið er ikki altíð tað besta.

Karakter: 6

Pál M. Joensen

Er mest eyðsýndi HB leikarin í bakk ketuni. Kemur væl fram við og skorar fyrsta og týdningarmikla málið hjá HB. Í seinna hálvleiki dalar avrikið nakað.

Karakter: 7

Fróði Benjaminsen

Fróði er sum so ofta fyrr undangongumaður hjá HB, hóast hann ikki er heilt í toppinum í dag. Vinnur nógvar bóltar, meðan avleveringarnar sum oftast eru á góðari leið. Nakrir smá feilir eru tó.

Karakter: 7 (Dagsins leikari)

Heini Vatnsdal

Hesin Heini, sum vit sóu í dag, er langt frá tí, sum vit sóu í fjør. Kemur ongantíð fram til góðar álopsstøður og í uppspælinum er hann lítið sjónligur. Fyllir altíð nakað á miðvøllinum, men hetta avrikið var ikki gott í mun til hansara støði.

Karakter: 5

Christian Mouritsen

Í fyrra hálvleiki hevði Christian tað trupult í leiklutinum fremst á miðvøllinum. Leitar ofta aftur á vøllin fyri at koma í samband við bóltin. Í seinna hálvleiki er hann meira við. Leggur upp til seinna málið.

Karakter: 6

René S. Joensen

Ósjónligasti HB leikarin hendan dystin. Verður fluttur aftur á bakkin seinasta partin av dystinum, men avrikið var lítið sannførandi, tí René var so sjáldan við í HB spælinum.

Karakter: 4

Kristin R. Mouritsen

Er ágrýtin og við í fleiri HB álopum, men sjáldan endar tað við nøkrum góðum enda úrslitið. Misnýtir einasta stóra HB møguleikan, sum ikki gav mál í dag. Ikki ein av bestu døgunum. Verður skiftur út eftir 64 minuttum.

Karakter: 5

Andrew av Fløtum

Andrew hevur havt eitt gott kappingarár, men hetta var ikki ein av hansara góðu dystum. Er við í tveimum av teimum trimum størstu HB mál møguleikunum, men hevur sjáldsama nógvar skeivar avleveringar. Kemur heldur ikki til nakran møguleika.

Karakter: 6

Símun Samuelsen

Spælir seinasta hálva tíman, tá HB royndi at stýra sigrinum heim. Byrjar lívliga og tykist vilja nógv, men dystargongdin gjørdi tað trupult hjá Símuni at vísa síni góðu evnir.

Karakter: 6

Levi Hanssen og Tróndur Jensen Spældu seinasta korterið uttan at gera nakað nevnivert um seg.

Karakterirnir vera givnir soleiðis:

10: Heimsklassa avrik

9: Framúrskarandi avrik

8: Gott avrik

7: Yvir miðal avrik

6: Miðal avrik

5: Undir miðal avrik

4: Toluligt avrik

3: Vánaligt avrik

2: Sera vánaligt avrik

1: Pínligt avrik