Karakter geving(1-10): Tað vóru tveir leikarar, sum skaraðu framúr hjá vinnandi liðnum í kvøld.
Dysturin í Sarpugerði í kvøld endaði við tryggum 3-0 sigri til Víking. Í fyrra hálvleiki var Víkingur nógv betra liðið og NSÍ hevði ikki eitt skot innanfyri rammurnar allan hálvleiki. Serliga á miðvøllinum sat Víkingur tungt á dystinum. Tá Víkingur skoraði og NSÍ løtu seinni skifti Andy Olsen út fyri Sjúrð Jacobsen, bleiv tað betri hjá NSÍ, sum spakuliga kom inn í dystin og teir fingu eisini ein stóran møguleika áðrenn hálvleik. Í seinna kom NSÍ væl frá byrjan og dysturin bleiv rættuliga opin við møguleikum báðar vegir. Men Víkingur økti eftir gott álop í vinstru. NSÍ hevði stórar møguleikar at minka um fleiri ferðir, men móti endanum staðfesti Finnur Justinussen sítt hattrick og sigurin hjá Víkingi. Karakterirnir eru merktir av, at Víkingur sat tungt á dystinum í stóran mun næstan fram til 2-0 málið samstundis sum 3-0 úrslitið altíð merkir minni góðar karakterir til tapandi liðið.
Karakterir Víkingur:
Geza Turi
Í fyrra hálvleiki hevur málverjin einki skot uppá mál, men hann virkar ikki tryggur hvørja ferð, tá hann t.d. skal út eftir bóltinum. Í seinna hálvleiki stendur hann sera væl, tá NSÍ leggur trýst á og fær sínar møguleikar.
Karakter: 7
Bárður Hansen
Hesaferð var Bárður fluttur aftur á høgra bakk. Tað mesta frameftir hjá Víkingi í fyrra hálvleiki kemur í høgru síðu. Hann hevði gott tak á í verjupartinum, meðan dygdin frameftir var meira óstøðug. Í seinna hálvleiki síggja vit ikki so nógv til Bárð, sum tó stóð væl í verjupartinum.
Karakter: 7
Atli Gregersen
Góvu vit karakter bara fyri fyrra hálvleik, so var Atli kanska ovast á listanum, men hinvegin ger hann stór mistøk í seinna hálvleiki og selir seg fleiri ferðir. Tað lækkar karakterin nógv. Alt ov stórt sveiggj frá fyrra til seinna hálvleik.
Karakter: 6
Erling Jacobsen
Í fyrra hálvleiki hevur Víkinga verjan gott tamarhald á støðuni og Erling var eisini góður í verjustøðu. Men við bóltinum hevði hann stórar trupulleikar við at finna ein viðleikara m.a. í longu sendingunum, sum telur niður. Avrikið í seinna hálvleiki er á góðari leið.
Karakter: 6
Hanus Jacobsen
Vit síggja ikki so nógv til Hanus í fyrra hálvleiki, meðan hann spælir stóran leiklut í týdningarmikla næsta málinum hjá Víkingi í seinna hálvleiki, tá hann er meira sjónligur. Støðugt avrik gjøgnum allan dystin við smávegis feilum inn ímillum.
Karakter: 7
Sølvi Vatnhamar
Kemur væl frá uppgávuni í fyrra hálvleiki, tá Víkingur situr tungt á miðvøllinum. Er tann mest verjukendi á miðvøllinum og loysir ta uppgávuna væl, hóast hann eisini missir nakrar bóltar. Dugir í flestu førum eisini at sleppa sær væl av við bóltin og arbeiðir hart fyri liðnum. Ein framúr liðspælari.
Karakter: 7
Súni Olsen
Deyðbóltarnir hava ójavna góðsku og skotini uppá mál eru fyri tað mesta vánalig. Men Súni spælir annars ein framúr góðan dyst og er millum bestu leikararnar á vøllinum. Stríðist væl, er kreativur og leggur upp til tvey av málunum. Við eitt sindur av hepni kom hann eisini á málskjúttaralistan. Víkingur við Súna á miðvøllinum ístaðin fyri í verjuni er eitt betri lið.
Karakter: 8
Filip Djordjevic
Spælir seg væl upp eftir nakrar minni góðar dystir í einum heldur lakum kappingarárið. Filip er við í nógvum í fyrra hálvleiki, men sum so ofta í ár, so er endaliga úrslitið lítið effektivt, sum hansara hagtøl í ár eisini staðfesta. Hugburðurin og stríðsandin var í lagi og hann var partur av Víkinga miðvøllinum, sum vann slagið móti miðvøllinum hjá NSÍ. Pílurin peikar rætta vegin.
Karakter: 6
Sámal Jákup Joensen
Er púra feskur í Effodeildini og tað hevur ein sæð onkrar dystir fyrr í ár. Skal venja seg við leikferð og taktikk á hesum støðinum. Men hetta avrikið var á góðari leið. Hugburðurin er góður og høgra síða hjá Víkingi stóð sterk í myndini í fyrra hálvleiki. Hvørvur meir og meir úr dystinum sum frálíður og verður útskiftur tíðliga í seinna hálvleiki.
Karakter: 6
Heðin Hansen
Spælir í einum heldur øðrvísi leikluti á vinstra vongi. Arbeiðir væl, men serliga í fyrra hálvleiki eru mistøkini ov mong. Spælir seg upp í seinna hálvleiki og er við í næsta málinum hjá Víkingi. Dettur ongantíð niður ímillum.
Karakter: 6
Finnur Justinussen
Vit síggja ikki so nógv til Finn í fyrra hálvleiki burtursæð frá hansara máli. Spælir skilagott, tá hann fær bóltin, men í seinna hálvleiki kemur hann til sín rætt, tá NSÍ blakar fólk fram. Næsta málið er týdningarmikið og væl útført, og tá hann skorar triðja málið staðfestir hann, at dagsins leikari eitur Finnur Justinussen.
Karakter: 9
Hans Jørgen Djurhuus
Kemur inn tíðliga í seinna hálvleiki. Kemur væl inn í dystin og stríðist fyrimyndarliga, har hann vinnur nógvar bóltar. Hevur ikki nakra uppgávu í framrættaða spælinum. Ger bara eitt fríspark av týdningi.
Karakter: 7
Gunnar Vatnhamar og Magnus Jarnskor spældu ov stutt til at fáa karakter.
Karakterirnir vera givnir soleiðis:
10: Heimsklassa avrik
9: Framúrskarandi avrik
8: Gott avrik
7: Yvir miðal avrik
6: Miðal avrik
5: Undir miðal avrik
4: Toluligt avrik
3: Vánaligt avrik
2: Sera vánaligt avrik
1: Pínligt avrik
Hagtøl Víkingur-NSÍ
Skot á mál: 5-9 (1-0 í fyrra hálvleiki)
Skot viðsíðuna av málinum: 11-8 (8-3 í fyrra hálvleiki)
Hornaspørk: 9-9 (5-3 í fyrra hálvleiki)
Karakterirnir til NSÍ leikararnir koma seinni.




