Stóri føroyski vinnarin í svimjikappingini Køge Open seinasta vikuskiftið var Kári á Høvdanum, sum vann 6 gullheiðursmerki í teimum 6 kappingunum, har hann luttók.
Kári á Høvdanum tykist vera sera væl fyri í løtuni, soleiðis sum úrslitini hjá honum laga seg í løtuni.
Tá Kári sat í flogfarinum á veg heimaftur til Føroya, hevði hann íalt 8 medaljur við sær. Tær 6 gullmedaljurnar hevði hann vunnið sjálvur sum einstaklingur, og harafturat hevði hann 1 silvur og 1 bronsu, sum hann hevði vunnið sum partur av bestu stafettini hjá føroyska liðnum, sum luttók í Køge Open.
Føroyskt met
í 100 m rygg
Medaljuheystið hjá Kára í Køge var mest innan ryggsvimjing, har hann vann 3 gull á teinunum 200, 100 og 50 metrar.
Við tíðini 58 sekund og 77 hundraðpartar setti Kári harafturat nýtt føroyskt met á teininum 100 metrar ryggsvimjing. Hetta var í finaluni í Køge Open leygarmorgunin.
Venjari hansara, Jóhan Martin Poulsen, var eisini sera fegin um úrslitið leygarmorgunin, har Kári karvaði nakrar hundraðpartar av metinum, sum var áðrenn, og sum hann forrestin sjálvur eisini átti.
Ryggsvimjing er nevniliga stóra styrkin hjá Kára á Høvdanum, har 100 og 200 metra teinarnir munnu vera yndiskappingarnar.
Eisini gull í
frísvimjing
Kári hevur higartil mest av øllum satsað upp á ryggsvimjing, har hann eisini er nógv tann sterkasti føroyski svimjarin, men til hesa kappingina gjørdist av álvara greitt, at hann nú eisini er byrjaður at satsa upp á kappingargreinina frísvimjing.
Umframt tær 3 gullmedaljurnar í ryggsvimjing vann Kári aðrar 3 gullmedaljur – 2 í frísvimjing og 1 í firvaldasvimjing: 400m frísvimjing, 200m frísvimjing og 200m firvaldasvimjing.
Sostatt megnaði Kári tað, sum hann frammanundan hevði sett sær fyri, nevniliga at vinna gull í øllum kappingargreinunum, har hann luttók.
Serliga fegin mundi hann vera fyri gullmerkið á teininum 200m frísvimjing, tí hóast hann hevði sett sær fyri at vinna gull har eisini, so segði tann realistiska metingin frammanundan, at hann helst fór at fáa silvur, men her betraði Kári seg somikið nógv, at tað rakk til gull.
Kári á Høvdanum er føddur 6. april í 1990, og hann er sostatt 17 ára gamal. Eitt av Føroya størstu svimjitalentum.




