Svar til Kára á Rógvi (Ásurin ella áseyðurin?)
Vinur mín Kári á Rógvi er ein maður ið dugur væl at taka til, og er siðiligur í orð og talu.
Men tá ið eg sá greinina í Dimmalæting 21. juli, og nú eisini á www.nordlýsid.fo, sigur hetta meira um Kára á Rógvu, enn tað hann roynur at greiða frá og argumentera fyri í greinini.
Kári á Rógvi, eg meti at hava allar orsøkir at halda okkara sjófólki til her á landi, sjálvur havi eg silgt við línu í nøkur ár, og komi frá sjófamilju har pápi og abbi mín, hava silgt eitt hálvt lív á sjónum. So tín pástandur heldur ikki longur um salta sjógvin. Eg havi nokk drigið mangan stokkin, meðan Kári hevur slitið svartaskógvarnar í Keypmannahavn.
Kári á Rógvi skuldi kanska komið og selt køkar og hvítvørur eina tíð, so hann sá hvussu stóran týdning sjómenn hava fyri land okkara.
Okkara sjómenn eiga at fáa virðing, og geva vit ikki teimum virðing, so missa vit teir yvir til Noreg, sum stendur við opnum ørmum og tekur ímóti teimum.
Landið hevur brúk fyri hesari vinnu og fólki. Eg eri ikki fyri ævigum studningi, men at taka frádráttin frá hesari vinnu, fer ikki at hjálpa til at finna væntandi arbeiðsmegi, og fáa áhugan upp hjá ungum røskum monnum fyri sjólívinum.
Meðan okkara grannalond hækka fradráttin, ætla menn sum Kári á Rógvu at beina fyri tí lítla frádrátti sjómenn fáa í dag, og at kalla er hetta peningur, sum sjómenn sjálvir hava vunni landskassanum
Kári á Rógvi dylur ikki, at hann er ein av Tobba-sa monnum, sum helst vil hava helvtina av flotanum lagdan við at skerja fiskidagar, soleiðis at tað vera nakrar fáar hendur ið ráa yvir flotanum. “Hetta hav sum er Føroya fólks ogn”.
Vit skulu ikki verða bangin fyri broytingum, men at gera so stórar broytingar sum Kári saman við Tobba er talsmaður fyri, gagnar ikki landi okkara. Skal ein skerjing av fiskidøgunum fara fram, eigur hetta at gerast stigvíst og so burðardygt sum møguligt.
Vit skulu vera opin fyri at broyta og menna okkara fiskivinnuna til eina framkomna vinnu, við fyritreytum sum er framman fyri okkara grannalond.
Læt tað vera klárt, at vit skulu hava eina so burðardygga og studningsfríða vinnu sum møguligt, og vinnan skal kunna klara seg sjálva. Men tíðin er ikki komin til at taka frádráttin frá sjómonnunum, nú meðan grannalondini hava betri tilboð.
Eg fari síðani at bjóða Kára á Rógvi vælkomnan niðan, at keypa ein køk til kappingarførar prísir.
Vinjard Johansen, varamaður Miðfloksins




