Kári á Rógvi hevur enn eina ferð verið úti og ”forklagað” sínar starvsfelagar í Løgtinginum. Hesuferð um gamalt innbúgv, sum stóð løgtingslimum í boði, tí umsitingin skal hava nýtt innbúgv.
Í síni tráan eftir at standa fram sum fólksins einasta sanna umboð fær hann tað at ljóða, sum allir hinir 32 løgtingslimirnir kunnu fyllast í ein leyp, tí øllum hesum fattast samfelagskensla av tílíkari góðsku, sum Kári sjálvur hevur. Tá hann nú ákærir løgtingslimir í síni heild fyri at hava slíka ótálmaða tráan eftir ókeypis ágóðum, sum bara kann samanberast við menn í grind, kenni eg meg útspiltan og niðurgjørdan. Tað er ongantíð hugaligt at vera ”forklagaður” fyri at hava gjørt nakað, ein ikki hevur gjørt.
Undir einum
Kári generaliserar tilvitað. Hann spælir upp á misnøgdarstreingirnar í nógvum føroyingum, sum í hesum døgum stríðast við at fáa gerandisdagin at hanga saman. Ikki av ongum hava nógv ta hugsan, at politikkarar generelt eru eitt fólkaslag, sum bara tyngja um gerandisdagin hjá borgarunum. Fyri ikki at verða taldur sum ein av hinum politikkarunum, stillar Kári seg við hesum átaki uttanfyri hinar politikkararnar – undir liðini á fólkinum – og niðurger sínar starvsfelagar.
Men Kári veit, at ongin politikkari er eins. Tað, sum ein politikkari er, er ein annar aloftast ikki. Sereyðkennið fyri fólkavald er í stóran mun, at vit hava sera ymiska hugsan, atferð og samleika. Kanska er ymiskleikin einasti felagsnevnarin. Og hóast hetta koyrir Kári allar løgtingslimir í sama leyp, uttan seg sjálvan, og einfaldger soleiðis marglittu myndina.
Ikki okkara borð
Eg havi als ikki tikið støðu til, um løgtingsumsitingin ber seg rætt at. Tað er ikki mítt borð sum løgtingsmaður. Okkara uppgáva er at arbeiða politiskt. At seta fram uppskot og fyrispurningar, at viðgera mál og luttaka í nevndararbeiði umframt at fylgja við í samfelagsviðurskiftum. Og at hava eftirlit við landsstýrinum. Løgtingið hevur sum arbeiðspláss ein stjóra, og alt, sum viðvíkur arbeiðsplássinum, er stjórans borð. Í tann mun er ongin munur á okkara arbeiðsplássi og einumhvørjum øðrum arbeiðsplássi. Tað eru reglur fyri, hvussu farið verður um ognirnar hjá arbeiðsplássinum, og har er Løgtingið onki undantak. Løgtingsfólk hava ongar skattligar fyrimunir, sum onnur ikki hava; vit eru øll undirløgd somu lóggávu.
Alt hetta veit Kári á Rógvi. Men hann metir allarhelst, at ikki øll vita hetta, og spælir tí upp á nakrar streingir, sum hann vónar eru úti millum fólk. So kann hann vinna nøkur bílig stig tann vegin. Tí tað er altíð bíligt at skjóta eftir hinum politikkarunum og tann vegin lyfta seg sjálvan upp. Men tá til stykkis kemur, er bert talan um populistiskt sjálvrós fyri kostnaðin hjá hinum. Ikki vænti eg, at Kári vinnur nógv handanvegin. Men eitt, sum hann heilt víst missir, er samstarvsmøguleikin við sínar starvsfelagar í Løgtinginum. Ongin torir at fundast við slíkan mann, sum kennir seg kallaðan til at forklaga sínar starvsfelagar fyri alt og onki.
Annars fari eg at ynskja Kára á Rógvi og øllum Føroya fólki eitt gott nýggjár við vón um, at áralagið verður betri enn hetta.
Bill Justinussen, løgtingslimur




