Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kári atkvøddi ímóti formanninum

Jóhann Lützen

Nógvur spenningur var í løgtinginum fyri løtu síðani, tá ið uppskotið hjá Miðflokkinum um at játta 20 mió. um árið í 10 ár, skuldi til atkvøðugreiðslu

Tá talt varð upp stóð 15-15. Harvið fall málið. Ábendingar vóru um, at Magni Laksáfoss fór at taka undir við uppskotinum frá Miðflokkinum, men tá ið atkvøðast skuldi var hann ikki til staðar.

Heldur ikki Bjarni Hammer ella Kári P. Højgaard vóru til staðar, og gjørdi hetta at atkvøðugreiðslan kom at standa á jøvnum, og tískil fall málið.

Fyrr í dag hevði Jógvan Skorheim annars gjørt greitt at hann ynskti at fáa val nú og at Sjálvstýri fór at stemma fyri uppskotinum. Men atkvøðugreiðslan vísti, at Kári við ikki at verða í tinginum í roynd og veru atkvøddi ímóti meðan Jógvan Skorheim atkvøddi fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum.