– Eg fegnist um at Sjálvstýrisflokkurin er áhugaverdur og at tað legst afturat, sigur formaðurin Kári P. Højgaard
Tá vit hittu formannin í Sjálvstýrisflokkinum í morgun, stóð júst og engdi ein stamp, og hann fegnaðist um nýggja politiska agnið sum Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið.
– Eg fegnist stórliga at Sjálvstýrisflokkurin er áhugaverdur og at fólk kemur til flokkin.
– Rúna er eyðsýnd og sera markant í politiska landslagnum.
– Serliga gjørdi hon seg galdandi sum formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
– Vit eru tó ikki komin serliga langt við uppstillingini til løgtingið og tí er ikki greitt hvar í landinum hon verður stillað upp.




