Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári fer at eita Páll

Danial Viðoy

3. viðgerð av hjúnabandslógini: Kári P. Højgaard væntar at hann seinni fer at eita Páll. Hetta við hjúnabandslógini er ein rullibreyt til nakað nógv meira. Eitt nú eru barnagarðar í Svøríki, har tað ikki longur er loyvi at nevna kynið hjá børnunum.

3. viðgerð av loyva samkyndum at giftast borgarliga er drúgvari enn 3. viðgerðir annars plaga at vera. Tað eru heitir orðadráttir, men tónin er ikki so harður í dag.

”Í kampens hede” legði Kári P. Højgaard afturat partinum um barnagarðin í Svøríki, at tað er veruliga komið á eitt skeivt spor, at hann einaferð í tíðini fer at eita eita Páll í staðin fyri Kári.

Helst sipar hann til, at glíðibreytin ella menningin af hesi hjúnabandslóg fer í síðsta enda, at enda við vígslu í kirkju og kanska við hvørkikyns-barnagarðum.

Í hesum sambandi kann tað akkurát tað sama vera, at hann fer at kallast Páll í framtíðini.

Kanska Páll á Reynatúgvu og Kári P. Højgaard kunnu býta um nøvn. – Ella fer Kári at eita Kára? – Livst so spyrst!