Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári kærir John Jóhannesen til leiðsluna í Javnaðarflokkinum

John William Joensen

»Kára á Rógvi, tí hann er nemmliga yvirhøvur ikki førur fyri at gera samstarv ella semjur við nakran annan uttan ein, sum er akkurát líka sum hann, nevniliga Høgni Hoydal…« segði John Jóhannesen m.a. um Kára á Rógvu

Sjálvstýrisflokkurin
Saltangará 18. apríl 2009

til
Javnaðarflokkurin
Att: Jóannes Eidesgaard
floksformaður.

Undir 3. viðgerð av: Løgtingsmáli nr. 115. Uppskot til løgtingslóg um lántøku til landskassan, bað Kári á Rógvi løgtingsmaður um orðið. Siðiliga vísti hann á nakrar ivaspurningar, samstundis sum hann vísti til viðmerkingarnar frá Sjálvstýrisflokkinum til málið undir 2. viðgerð.

Í viðmerking til røðuna hjá Kára á Rógvi, sigur formaðurin í tingbólki Javnaðarfloksins John Johannesen soleiðis.

Viðmerking hjá John Johannesen til Kára á Rógvi 16. apríl 2009.
(smb. útskrift frá løgtingskrivstovuni)
Hvørki kommunikatión í samgonguni ei heldur fráboðanir frá samgonguni

Tað sum er við Kára á Rógvi er bara tað, at Kári á Rógvi kann ikki kommunikera við nakran annan uttanum fjølmiðlar. Tí ber ikki til at hava nakað samskifti við Kára á Rógvi ella fáa semjur við Kára á Rógvi. Tað ber snøgt sagt ikki til, tað er ómøguligt, hóst hann letst til nakað annað útattil. Maðurin kann snøgt sagt ikki gera nakra avtalu við nakran.

Og í samgonguni, tað er púra skeivt og púra skotið við síðuna av, at tað ikki verður arbeitt í samgonguni, og at man ikki kommunikerar seg til nakrar loysnir í samgonguni. Tingini skulu nokk falla uppá pláss.

Eg rokni ikki við hjálp frá Kára á Rógvi, tí hann er nemmliga yvirhøvur ikki førur fyri at gera samstarv ella semjur við nakran annan uttan ein, sum er akkurát líka sum hann, nevniliga Høgni Hoydal.
Takk fyri

Haldi tað er at fara út um mansømuligt mark og fullkomuliga ógrundað, at tingmaður Sjálvstýrisfloksins verður niðurgjørdur á henda hátt. Somuleiðis er tað undir alt lágmark, at formaðurin í Tjóðveldi Høgni Hoydal, verður drigin við niður í díkið og nýttur sum lægsti felagsnevnari og samanlíkningargrundarlag.
Helt at orðini hjá John Johannesen vórðu søgd av misgávum og í sinnismuni. Bað tí í viðmerking um eina umbering, men svarið varð.

Viðmerking hjá John Johannesen til Kára P. Højgaard 16. apríl 2009
(Smb. útskrift frá løgtingsskrivstovuni)
Kári P. Højgaard eftirlýsti eini umbering frá Javnaðarflokkinum til Sjálvstýrisflokkin. Tað fær hann als ikki, aldeilis ikki, á ongan hátt. Eg skal bara boða Kára P. Højgaard frá, at tey orðini, sum eru søgd, standi eg fult og fast aftanfyri og meini tað í álvara. Takk fyri.

Tingsins røðarapallur skuldi havt hægstu tign, og tað skal tí ikki fara óatalað aftur við borðinum, at næstformaður Javnaðarfloksins og limur í formanskapinum málber seg á slíkan hátt og kemur við slíkum ógrundaðum útsøgnum.

Tí er spurningur mín:
Stendur tingbólkur Javnaðarfloksins aftanfyri útsøgnina hjá John Johannesen ?

Virðingarmest

f/Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard
floksformaður