Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári Nielsen hevur stóran týdning

Jákup Ósá

Kári Nielsen hevur stóran týdning

Hann hevur í 2013 nærum havt viðgongd frá byrjan til enda. Fyrst við 1.deild hjá HB og síðani við Effodeildini hjá AB.

32 ára gamli Kári Nielsen er ein royndur leikari í føroyskum fótbólti. Tilsamans hevur hann leikt 257 dystir í Effodeildini fyri B71, har hann er uppvaksin, Skála, HB og nú AB.

Sum leikari er hann kanska ikki altíð tann, sum fangar eyga, tí hann er sjáldan við í nøkrum máli. Leikluturin er m.a. við at liggja beint frammanfyri miðverjuna og stýra liðinum bæði frameftir við at byrja álop og í verjustøðu við at skipa verjupartin. Feilirnir eru fáir og spæliskilið gott.


Gekk á odda í 1.deild

Í 2013 byrjaði hann sum partur av HB Effohópinum. HB hópurin var sterkur og serliga á sentrala miðvøllinum var kappingin hørð við m.a. Fróða Benjaminsen, Heina Vatnsdal og Bárður Olsen. Leikluturin hjá Kára bleiv tí á 1.deildarliðinum hjá HB. Har var hann við í 15 av teimum fyrstu 16 umførunum. Eftir 16 umfør hevði HB – sum talvan niðanfyri vísir – 36 stig og greiða oddastøðu. Nú 9 umfør seinni – og uttan Kára Nielsen – so hevur HB bara fingið 9 stig afturat og er dottið niður á 3. pláss.

Týdningarmikil hjá AB

Í summar gjørdi AB sáttmála við Kára Nielsen. Fyrsti dystur var í 15. umfari móti NSÍ. Tá hevði AB fingið gongd á og m.a. vunnið tveir dystir, men høvdu framvegis 7 stig upp til 8.pláss og bjarging. Hesar 9 dystirnar í AB við Kára í hópinum – og 7 dystum frá byrjan – hevur tað eydnast AB at vunnið 19 stig. Frá 9. plássi og at síggja til greiður niðurflytari til eitt trygt 7.pláss og bjarging áðrenn 4 tey seinastu umførini. Tilsamans hevur Kári Nielsen verið við í 24 dystum í landskappingini í Effodeildini og 1.deild og vunnið 55 stig. Og hóast talan er um samlað lið avrik, so kann týdningurin av Kára neyvan undirmetast í hesum. So seint sum í gjár móti HB sóu vit ein væl spælandi Kára á AB miðvøllinum. Sum heild hevur hann verið rættuliga eyðsýndur og ikki minst týdningarmikil – sum tølini eisini undirbyggja – við sínum royndum og leiðara evnum í bæði HB og AB í 2013. Eingin ivi um, at AB gjørdi kanska ársins kvettið í summar, tá teir “keyptu” Kára Nielsen.

Myndirnar niðanfyri eru frá FaroeSoccer og vísa gongdina í HB og AB við og uttan Kára Nielsen.

Mynd: ab.fo