Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári P á Summar Festivalinum

(Erik Biskopstø)

Nú ’68-ára konseptið verður 40 ár, so er tað so líkatil, at Summar Festivalurin í ein stóran mun ár letur ársins festival standa í ’68-ára tekinum.

Summar Festivalurin bjóðar í ár tvær livandi legendur frá ’68’ára ættarliðnum: Kári P og Hanus G. Johansen.

Kári og Hanus er javngamlir, og nú fara teir fyri fyrstu ferð spæla á sama festivali. Teir fara at hava sjálvstøðugar framførslur á festivalinum.

Tað er neyvan nakar, sum verður tikin á bóli av, at Hanus G. Johansen fer at spæla á Summar Festivalinum. Hanus hevur spælt á Summar Festivalinum øll árini, og hann hevur havt nakrar av teimum minniligastu framførslunum, sum hava verið á festivalinum. Men í ár kunnu vit gleðast um, at Gaman og Álvara loksins er komin út sum fløga. Sostatt er tað ein fløguaktuellur Hanus, sum fer at framføra í ár.

Hinvegin kemur tað meira óvart á, at Kári P verður við á Summar Festivalinum í ár. Kári P. verður mettur sum ein tann besti yrkjarin og vísusangarin í Føroyum nakrantíð, men hann hevur ikki spælt nógv live seinnu árini. Framførslurnar hjá Kára P hava verið heilt fáar og eksklusivar, men nú traðkar Kári P. inn á landsins størsta pall – Summar Festivalin. Og tað er einki at ivast í, at løtan verður ein av teimum heilt stóru, tá Kári P. fer at syngja sangir sum Villar Víddir, Kalli Katt og Meirlutin Ræður á Summar Festivalinum.