Munnligur fyrispurningar til Bjarna Djurholm, landstýrismann, frá Kára P. Højgaard
Viðvíkjandi sølu av mjólkakvotu
Fleiri mjólkakvotur eru seldar fyri stórar peningaupphæddir, og er inntøkan frá søluni skattafrí, eins og keyparin í dag ikki kann avskriva immatriellu ognirnar. Nú liggur lógaruppskot í tinginum, sum fer at viðføra ávísar broytingar, eitt nú verður sølan av immatriellu ognunum skattskyldug hjá seljara, eins og hon kann avskrivast hjá keypara. Uttan iva fer hetta at føra til, at nakrar sølur afturat verða framdar, áðrenn nýggja lógin fær gildi frá ársskiftinum.
Talan er í flestu førum um almenn festi, har stórar íløgur eru gjørdar á garðinum til fjós, mjólkiútgerð, tanga, súrhoyggjabrunnar, uppdyrking av lendi v.m. Nógv av festunum hava milliónaskuld og hava ongan møguleika at forrenta skuld við seyðahaldi. Tí er mín spurningur.
1.
2.
3.
——————————————————————————
Munnligur fyrispurningur til Bjarna Djurholm landstýrismann
El-kaðal millum Ísland og Føroyar
Mangan verður umrøtt, hvussu føroyingar skulu minka útlátið av CO2 og øðrum skaðiligum evnum. Allar varandi orkukeldur sum til dømis alda, vindur, vatn, vetni o. s. v. kundu verði gagnnýttar í nógv størri mun enn higartil. Hesar kundu verði brúktar saman við olju og øðrum kendum orkukeldum. Her liggur nógv á láni, og ein ábyrgd hvílir á okkum øllum at virka fyri, at umhvørvisspurningurin verður tikin í álvara.
Føroyar eiga at góðkenna Kyoto-sáttmálan og minka um útlátið samsvarandi ásetingunum í nevnda sáttmála. Nevnt hevur verið í ramasta álvara, at føroyingar kundu brúkt møguleikan, at keypa útlátskvotu frá øðrum londum, ið ikki fult út brúka sína dálkingarkvotu. Hetta hugrák vildu flestu av okkum tikið sum vánaligt skemt.
Ein ætlan, ið var nógv umtalað fyri árum síðani og sum hevur verið frammi við jøvnum millumbili, er møguleikin, at leggja ein streymkaðal úr Íslandi til Føroyar og víðari til Hetlands, Suðuroyggjar og Skotlands.
Spurningurin er:
Hava íslendingar møguleika fyri at útflyta bíligt ravmagn til Føroyar, um ein streymkaðal verður lagdur millum londini ?
Nú prísurin á olju er so høgur, veit landstýrismaðurin hvat ein slík íløga kostar og um hon kundi verið lønamdi ?
Hava nakrar samráðingar verið millum Ísland og Føroyar, um at fremja eina slíka verkætlan ?




