Segði Kári P. Højgaard millum annað í røðu síni um løgmansrøðuna 2009.
Tala í smb.við viðgerðina av ólavsøkurøðu løgmans 2009
Kaj Leo Johannesen, løgmaður hevur hildið sína fyrstu løgmansrøðu og hendan er eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu, long, fevnir víða, lítið ítøkilig og reisir fleiri spurningar enn hon gevur nøktandi svar. Vit búgva í einum ríkum landi sigur løgmaður, men ríkidømi kann roknast eftir, hvussu umstøðurnar eru hjá teimum veikastu í samfelagnum, og ein høvuðsuppgáva hjá politisku skipanini er at tryggja, at eingin av hesum dettur burtur ímillum. Tiltøkini, ið ætlanin nú er at fremja,fara at tyngja um gerandisdagin hjá teimum eldru og brekaðu, tað ber ikki boð um, at vit eru rík. Eg kenni eyðmýkt og virðing fyri undanfarnum ættarliðum, ið búleikaðust á hesum klettum, undir sera truplum umstøðum. Tey allarflestu dugdu tá at seta “tering eftir nering”, og tað var hetta, sum eyðkendi gerandisdagin. Flestøll høvdu lítið at liva av, men tey høvdu tíð til hvønn annan og tey hjálptu hvørjum øðrum.
Fiskivinnan fyllir ikki nógv í løgmansrøðuni. Nú verði eg burturstaddur í arbeiðsørindum fyri Løgtingið, tá 1. viðgerð verður av fiskidøgunum. Skal tí heilt stutt nevna, at í fleiri ár hava ávísir frøðingar og politikarar kappast um at proklamera, at vit ikki hava veitt burðardygt og tí hava niðurfiskað stovnarnar til eitt søguliga lágt støði. Okkara núverandi uttanríkisráðharri og fyrrverandi fiskimálaráðharri hevur ferðast kring land og ríki, at greiða frá serstaka góðu fiskidagaskipan okkara, sum hóast alt hevur tann greiða fyrimun fram um kvotaskipanina, at her kemur øll veiðan til høldar og verður skrásett. “Hvørjum skulu útlendingar trúgva”? Fyrsta treytin fyri, at vit fáa besta prísin fyri fiskin, og at umheimurin ikki skal boykotta vørur okkara er, at vit koma til eina innanhýsis semju, har vit marknaðarføra okkara skipan sum burðardygga. Vit hava umfatandi økisfriðingar og ivaleyst heimsmet í meskavídd í trolreiðskapinum. Vit hava sæð týskarar og normenn avreitt stórseið her á landi fyri lægri kiloprís, teir eitast at fiska burðardygt. Ein freistast til at spyrja hvørji fiskasløg kunnu roknast við at koma í 250 mm. hjáveiðiposan hjá bátunum, ið trola á landleiðini. Uppgávan hjá Havstovuni er at geva eina lívsfrøðisliga ráðgeving, sum politikararnir síðan kunnu brúka sum grundarlag fyri sínum tilmælum, men nú hevur Havstovan eisini átikið sær politiska leiklutin at áseta hvør skal fiska við at tilmæla, at bátar við B fiskiloyvi ikki skulu hava loyvi at avreiða. Hetta er ein 100% politiskur spurningur og uttanfyri arbeiðsetningin hjá Havstovuni. Vit hava eina brúkiliga skipan, ið samanumtikið man vera ein tann frægasta, um ásetingarnar verða hildnar. Nú er tíð at gevast við at barbera nøkur % av fiskidøgunum eftir “plenuklipparaháttinum” og saman við vinnuni finna fram til, hvar tað eru ov nógv skip, og hvussu vit fáa minka talið. Veruliga friða gýtingarleiðirnar, loyva avmarkaðari royndarveiði við gørnum eftir havtasku á grynnri vatni á Føroya Banka fyri at verja tosk og hýsu. Neyvari eftirlit við hjáveiðini hjá pelagisku skipunum fyri at nevna nakrar møguleikar sum verða tiknir upp undir viðgerðini í Vinnunevndini.
Ongin skal verða noyddur av landinum vegna arbeiðsloysi. ”Hvat er grundarlagið fyri hesi útsøgn og hvussu vil samgongan staðfesta lyfti løgmans og tryggja, at hetta ikki hendir”? Kann løgmaður ella landstýrismaðurin upplýsa fyri Løgtinginum: ”Hvussu nógvir mans eru farnir úr fiskivinnuni hesi seinastu 5 árini í vinnu uttanlands og hvussu nógv yngri fólk er komið inn í vinnuna sama tíðarskeið”? ”Eru tøl sum vísa hvussu nógvir útlendingar eru við føroyskum fiskiskipum”? ”Hvussu nógvir útróðrarmenn eru í veruleikanum arbeiðsleysir, tí teir eitt langt tíðarskeið hava forvunnið millum nakað og onki, grundað á smáligt fiskarí við søguliga lágum prísum. Er nøkur ætlan um at loyva útróðrarmonnum at forvinna hægri upphædd í aðrari vinnu enn tær 56 tús uttan at hesir missa A loyvi ella at hesir styttri tíðarskeið kunnu koma undir Arbeiðisloysisskipanina”?
Upsafiskiskapurin hevur í ávísan mun bjarga okkum frá arbeiðsloysi, tí fiskavirkini hava flest øll havt úr at gera. Kósavirkið læt aftur seinasta vetur og tað er ein dyggur smeitur fyri Klaksvík og norðurøki. Væntar løgmaður at arbeiðsloysi minkar um fiskurin verður virkaður umborð á skipunum ella at størri partur av veiðini verður avreiddur ótilvirkaður uttanlands?
Tað bleiv ein sólskynssøga fyri Sandoynna, tá landið á sinni læt 2 mió í stuðli til at virka fisk. Eg fekk upplýst farnu viku, at Sandoy Seefood hevur í meðal útgoldið 20 mió árliga í lønum. Sæð í bakspegilinum, er hendan ígongdsetaraupphæddin ein av teimum hentastu íløgunum, gjørdar eru her á landi.
Ólavsøkupakkin: Upp undir seinasta løgtingsval lovaðu allir seks flokkarnir at raðfesta tey sokallaðu bleytu virðini frammalaga, skúla, mentan, gransking, pensjónir o.s.v. Eftir valið hava íløgur í undirstøðukervi (vegir,tunnlar), eyðkent politisku hjartamálini og gera tað framhaldandi. Sum nakað heilt nýtt skulu vit nú saman við ólavsøkurøðu løgmans, viðgera ólavsøkupakkan og útreiðslukarmin fyri fíggjarlógina 2010.
Samgongan hevur longri tíðarskeið arbeitt við hesum vakstrar/ búskaparpakkanum, har andstøðan fekk innbjóðing at luttaka, tøkk skal landstýrismaðurin í fíggjarmálum hava fyri tað. Sjálvstýrisflokkurin tók av tilboðnum og luttók á nøkrum fundum, men okkara niðurstøða bleiv, at álvarsliga fíggjarliga heimskreppan, ið nú eisini hevur rakt samfelag okkara má takast í størsta álvara. Tí mátti ein fráboðan út um, at ein nýggj raðfesting bleiv gjørd á íløgusíðuni, so bert alneyðugar og arbeiðsskapandi verkætlanir blivu framdar í hesum valskeiðinum og at tekni- og fyrireikingararbeiðið til tær stóru verkætlaninar Sandoyartunnil, tunnil norð um Fjall, umframt aðrar dýrar verkætlanir í undirstøðukervi, sum ikki eru alneyðugar verða útsettar, til búskaparliga støðan loyvir hesum. Hetta ynski okkara setti okkum fyri triðju ferð út á síðulinjuna. Vit hava síðan bíða í spenningi eftir pakkanum og loksins eftir tógvi stríð og telving innanhýsis, boðaði landstýrismaðurin í fíggjarmálum á tíðindafundi frá at ein samd samgonga stóð aftanfyri ólavsøkupakkan. Men útsagnirnar frá samgongulimum hava ikki bent á tað stóru semjuna, tí landstýriskvinnan í almannamálum sigur, at tað er ein spurningur, hvussu langt hon vil fara, men tað er ein politisk semja um, at fyritíðarpensjónistar skulu gjalda sín stóra part av rokningini, vendi aftur til hendan spurningin seinri. Eyðgunn Samuelsen sigur seg ikki taka undir við at Demokratia verður skorin burtur av fíggjarlógini og sum rosinan í pylsuendanum var Magni Laksafoss í sjónvarpinum og greiddi frá, at timingin við pakkanum var skeiv, at hann ikki hevur tað ætlaðu ávirkanina og at tað varð ein góður spurningur, um hann í heila tikið fór at taka undir við loysnini.
Er fyrimyndin fyri ólavsøkupakkanum tann heimskenda russiska dukkan Babushka, sum samlað telur 7 dukkur, har tann størsta er uttast og hinar minka stigvíst, so tær passa niður í hvørja aðra? Ímyndin av hesi dukku sigst verða umsorgan – vøkstur og nøring, ikki ólík útsøgn samgongunar um sokallaða vakstrarpakkan, hóast andstøðan og onkur samgongutinglimur eru ógvuliga ivasamir um hesin hevur hald í veruleikanum og hevur ætlaðu vakstrarávirkanina. Legg til merkis, at nøkur av tiltøkunum sum nú verða framd eru eingangsrakettir, ið verða skotnar av og bert kunnu nýtast í hesum valskeiði til ígongdsetan t.d. bundna uppsparingin, ið nú verður útgoldin, umframt avtøkan av mvg-kvotuni til sethús, sum skal verða nýtt innan 3 ár, tá stuðulin fellur burtur og fult mvg-gjald verður lagt á tilfar og arbeiðsløn til sethús.
Hallið á fíggjarlógini fyri 2010 fer at minka úr umleið 970 mió niður í 820 mió sigur løgmaður. Er hetta ikki ein tann margháttligasta útsøgnin, nakrantíð er komin frá ovasta leiðara landsins? Ólavsøkupakkin fer at bøta samfelagsins rakstur 150 mió, so ókonstateraða hallið á fíggjarlógini áljóðandi slaka mia. verður bert 820 mió. Tá brúkt verður meir enn ein hevur, er tá ikki talan um meiri ella minni meirnýtslu.
Mentanarøkið: Landstýrið veit, at bæði á mentanar- og á ítróttarøkinum eru verkætlanir, ið kundu farið av bakkastokki rættuliga skjótt. Bert tann eina verkætlanin ítróttarhøll í Sandoynni, har landið ber kostnaðin 100% er fráboðaður. Skal hendan fráboðan skiljast soleiðis, at øll feløg, ið hava ætlanir um at byggja felagshús, mentanarhús, fimleikahøll etc. kunnu rokna við at fáa vanligan almennan ískoytisstuðul sum hevur verið ein triðing av samlaða kostnaðinum, um tey sjálvi klára sín part av fíggingini?
Skálafjarðartunnilin: Privata felagið sum hevur havt ætlanir um at gera tunnil millum báðar armar á Skálafjørðinum og Havnina, hevur bíða leingi eftir svari. Í hesum valskeiði hava 5 av teimum 6 politisku flokkunum á tingið havt leiðsluna og ikki megnað at givið umsøkjarunum eitt greitt svar. Vinstavenda CHE-samgongan arbeiddi við at yvirtaka verkætlanina og gera hana almenna. C er framvegis við, og tí kundi verið áhugavert at fingið staðfest: ”Hava samráðingarnar við felagið staðfest, at tað ber á mál, tí í løglistanum stendur, at uppskot um at geva loyvi til privata felagið verður lagt fyri Løgtingið í februar 2010 ? Tað er neyðugt at fáa staðfest, um hendan ovurstóra verkætlanin uttanfyri landskassan verður egg ella ungi.
Fólk við breki og skerdum førleika: Eg nevndi, at eitt gott samfelag verður mált eftir, hvussu vit fara við teimum veikastu, tí er tað av ovurstórum týdningi at vit leggja okkum hetta í geyma. Í seinastu tingsetu beint áðrenn jól vórðu trý uppskot skrumblaði gjøgnum tingið, uttan at neyðugu hoyringarnar vórðu framdar. Øll uppskotini vórðu vend móti pensjónistunum og spardu uppskotini landskassanum áleið 10 mió. Prístalsreguleringin av fólkapensjónini 4% varð lækkað niður í 3%. Stuðulin sum latin varð til virksemi í eldradagtilhaldum kring landið varð við einum høggið avtikin, sum hevði tað avleiðing fyri okkara eldrafelag at dugnaligi sjúkrarøktarfrøðingurin, sum hevði dagligu leiðsluna er farin í annað starv, men eldrafelagið leggur hús til og roynir eftir førimuni at skipa fyri, hóast fíggjarligu møguleikarnir eru munandi versnaðir. Tey eldru kenna eisini sviðan av, at tilskotið til heilivág bleiv skert, tí tey nú skulu gjalda nakrar hundrað krónur meir fyri medisini.
Í løglistanum, ið fylgir við ólavsøkurøðuni, er tað skelkandi at lesa ætlaninar hjá landstýriskvinnuni Rósu Samuelsen, ið varðar av Almannaráðnum. Broyting í løgtingslóg um dagpening, so fólkapensjónistar ikki verða fevndir av sjúkradagpeningaskipanini. ”Hvat liggur í hesum”?
Fyri at tálma útreiðsluvøkstri landskassans er ætlanin at gjaldið á stovnum sambært hesi lóg skal hækka úr 10% upp mí 30% av skattskyldugari inntøku teirra (Hvussu ávirkar tað hin hjúnarfelagan um talan er um hjún og tey hava hús og skuld, tá so stórur partur av inntøkuni verður burtur)?
Uppskot um Hjálparráð sum skal tálma útreiðslunum til forsorg.
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir. Pensjónir hjá fyritíðarpensjónistum skulu mótroknast við 25% frá fyrstu krónu. Ein freistast til at spyrja, hvør er pápi at hesum uppskotum og hvat ætlanin er við hesari, ja eg má kalla tað herferð móti pensjónistunum. Í dag er galdandi, at fyritíðarpensjónistur kann arbeiða fyri 87 tús. áðrenn talan talan verður um mótrokning í pensjónini. Í nógvum førum er talan um fólk í góðum árum við familju, sum skulu klára útreiðslurnar av at hava hús og heim. Teir missa nú møguleikan fyri at arbeiða tí grungarlagið verður burtur tá tú umframt at rinda skattin skal fáa 25% mótrokning í pensjónini. Haldi at ein ávís mótsøgn er í fráboðan løgmans um, at ”Samfelagið skal veita eina hjálpandi hond, so fólk við skerdum førleika kunnu fáa møguleika at gerast partur av arbeiðsmarknaðinum”, og so hetta uppskotið sum beinleiðis tekur grundarlagið burtur fyri teimum sum royna. Hevði eina vón um at tingfólk vaknaðu, tá tey fyrstu trý uppskotini vend móti pensjónistunum vórðu koyrd gjøgnum tingið, vit hava jú Sambandsflokkin, ið er tann sum umsitur málsøki hevur evstu ábyrgdina saman við Javnaðarflokkinum sum fyrr hevur staðið sum borg og verja hjá teimum gomlu og veiku í samfelagnum, men nú má sigast, at tað er vent í holuni.
Veðurlagsbroytingarnar seta síni sjónligu spor bæði í luftini, við strendurnar og í havinum, serstakliga í útnorði og í Arktiska økinum. Landstýrið skal hava rós fyri at hava raðfest umhvørvisvinarliga orku frammalaga, tí um vit ikki gera nakað ítøkiligt við hendan álvarspurning, verða vit framhaldandi eftirbátar á einum øki, har vit, um rætt verður borið at, kunnu blíva slóðbrótarar. Spennandi verður at síggja úrslitið av granskingini og royndunum á Kambsdali´, har útlendskir viðspælarar saman við almennari fígging og Fuglafjarðar kommunu eru byrjaðir. Her er ein ítøkilig roynd sum sera skjótt kann avspegla møguleikar, og eg vóni veruliga, at verkætlanin hepnast so væl, at hon fær neyðugu fíggingina til liðugtgerð fyri at besta úrslitið at byggja víðari. At lítla samfelag okkara seinasta ár nýtti meira enn eina milliard í olju vísir, at vit í verandi støðu eru fullkomuliga bundin at hesi orkukeldu og tað er ein ovurstórur búskaparligur veikleiki,
Nú landstýrið er farið at menna Føroysku Altjóða Skipaskránna, sum ein alternativan vinnuveg til okkara sjóvinnu. Kemur avleidda virksemi at skapa inntøkur til alt landið, hvussu falla hesar inntøkur, tí flestu skipini hava skrásett seg í sama heimstað? Hvussu verður framyvir við útlátinum frá skipum, kann man ikki rokna við, at hesi verða roknaði við í samlaða útlátið og telja við í dálkingarkvotuna hjá Føroyum, um stórur floti velur at skráseta seg her í landinum?
Nógvur peningur skal satsast í ferðavinnuna, og er ætlanin at nýta 10 mió meir til hesa vinnu árliga komandi trý árini. Landstýrismaðurin vísti á, at hesin peningur kemur fimtanfold aftur, men tað er ein útsøgn sum ikki kann prógvast at halda. Tað er neyðugt við marknaðarføring og tað er eisini neyðugt, at marknaðarføringin kemur øllum landinum til góða kemur hesin peningur at útjaðaranum og gistingartilboðunum uttanfyri høvuðstaðin?
Landstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur lastað fakfelagsrørsluna fyri ikki at vísa samfelagssinnið, tí tey ikki vildu frásiga sær avtalaðu lønarhækkingina og á henda hátt minka um almennu útreiðslurnar. Eg skilji fakfeløgini væl, at tey vístu áheitanini frá sær, ongin trygd er veitt fyri færri uppsøgnum. Sjálvboðin lønarniðurskurður er royndur einaferð í kreppustøðu, her hildu lyftini frá politisku skipanini ikki.
Síðan løgtingsvalið 2008 hava fimm av teimum seks politisku flokkunum roynt seg í stjórn, tann eini Javnaðarflokkurin er felagsnevnarin fyri tvær samgongur. Bert Sjálvstýrisflokkurin hevur ikki sitið í samgongu seinastu fimm árini. Tað kostar, at halda fast við síni lyfti, valskrá og politisku mál, men vit vilja ikki í samgongu fyri einhvønn prís. Vit boðaðu sum einasti politiski flokkur frá í valskrá okkara, at tað neyvan varð pláss fyri teimum ovurstóru íløgunum í undirstøðukervi sum heild og undirsjóvartunnlar. Tað setti okkum uttanfyri ávirkan eftir valið, hóast flestu flokkar ídag mugu ásannað, at fíggjarliga orkan í føroyska samfelagnum ikki megnar at uppfylla øll tey samtyktu politisku ynskini.
Samsvarandi tí sum eg havi borið fram skulu avgerandi broytingar gerast í raðfestingunum, um Sjálvstýrisflokkurin skal taka undir við útreiðslukarminum fyri løgtingsfíggjarlógini 2010.




