Á landsfundinum hjá Sjálvsstýri við Gjógv í dag boðaði tingmaðurin frá, at hetta verður hansara seinasta valskeið í politikki
Kári P. Højgaard verður ikki á listanum hjá Sjálvstýri til komandi løgtingsval. Hetta boðaði hann frá á landsfundi hjá Sjálvstýri, sum varð hildin við Gjógv í dag.
Kári P. Højgaard fekk 352 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015.
Kári varð valdur á ting á løgtingsvalinum 2002 og verið tingmaður síðani. Kári var Landsstýrismaður í innlendismálum frá november 2011 til 5. september 2013, tá hann tók sæti aftur á tingi.


