Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári P. Højgaard stórliga fagnaður í fullsettari Løkshøll

John William Joensen

Tá landsstýrismaðurin í Innlendismálum, kom inn í auluna reistis tey gott 400 – 500 fundar fólkini og klappaðu taktfast fyri honum til hann sessaðist við fundarborið.

Tá landsstýrismaðurin í Innlendismálum, kom inn í auluna reistis tey gott 400 – 500 fundar fólkini og klappaðu taktfast fyri honum til hann sessaðist við fundarborið.

Fyrireikararnir søgdu at avgerð var ikki tikin at halda fólkafundin fyrr enn seint fríggjadagin og tí var skoðbráði at lýsa fyri fundinum sera stutt – og tí vóru fyrireikararnir sera væl nøgdir um at undirtøkan var so stór millum fólk á Skálafjørðinum.

Panelborið varð manna av Eysturoyartingmonnum sum allir sita í samgongu; Bill Justinussen, Jóan Magnus Olsen, Rodmund Nielsen, Helgi Abrahamsen, Alfred Olsen og Reimund Langaard. Jógvan á Lakjuni og Edva høvdu forfall men høvdu eina heilsan til fundarfólki har tey gjørdu greitt at tey veittu Kára P. Højgaard fullan stuðul í arbeiðinum at fáa Skálafjarðartunnilin.

Somuleis gjørdu øll átta løgtingsfólkini úr Eysturoynni greitt at tey stuðlaðu fult Kára P. Højgaard og at hetta var løtan tá samgongan og løgtingið hevur møguleika at fáa sett gongd á Skálafjarðatunnilin sum sambært serfrøðini er ein sera skilagóð landsbúskaparlig íløga.

Norðlýsið tók fundin upp á Video og ferð seinri í kvøld og í morgin at leggja videobrot út.

Harleywoodpaint