Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári P. um post

John William Joensen

Nógvur turbolensur hevur verið í Postverki Føroya síðan einskiljingina, og tí setir Kári P. Højgaard fram fyrispurning til Bjarna Djurholm

Fráboðan

Nógvur turbolensur hevur verið í Postverki Føroya síðan einskiljingina. Hópuppsagnir eru framdar, og harumframt hava fleiri postfólk sagt seg úr starvi, ið tey hava verið glað fyri og røkt í nógv ár.

Hví ?

Landstýrismaðurin í vinnumálum hevur evstu ábyrgdina av partafelagnum Postverk Føroya, tí partafelagið er 100 % alment. Tí hevur løgtingslimur Sjálvstýrisfloksins Kári P. Højgaard sett Bjarna Djurholm landstýrismanni skrivligan fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Fyrispurningurin verður framlagdur hósdagin, síðan skal Løgtingið taka støðu til, um hesin skal svarast.

Skrivligi fyrispurningurin liggur á heimasíðu Sjálvstýrisfloksins

www.tingakrossur.fo ella www.sjalvstyri.fo