Munnligur fyrispurningur til Bárður Nielsen, landstýrismann viðvíkjandi sethúsabygging í útjaðaranum og rentustuðli.
Eitt felags politiskt ynski hevur verið, at fáa fólk at støðast kring landið alt. Í Føroyum hava vit sama trupuleikan sum londini kring okkum, har øll vilja nærkast høvuðstaðnum og teimum størru plássunum. Hetta er í ein ávísan mun skiljandi, men nakrar umstøður gera tað enn verri hjá borgarum, at fáa sett føtur undir egið borð úti á bygd enn í miðøkinum.
Um tú byggir eini hús á útoyggj, kosta tey áleið 1,2 milliónir. Tá húsini eru liðug kann tú neyvan selja hesi fyri meir enn 800 túsund, tvs 30% minni enn kostprísurin. Hetta ger, at trupult er at fíggja bygging í útjaðaranum í mun til miðøki og ivaleyst verður lánið dýrari, tí trygdin er minni.
1. Er landstýrismaðurin í fíggjarmálum vitandi um hendan trupuleika ?
2. Hevur landstýrismaðurin nakrar politiskar ætlanir um at bøta um hesi viðurskifti ?
3. Kann hugsast at ein skipan verður sett í verk við rentustuðlinum, sum í størri mun javnsetir lánaran í útjaðaranum, við tann sum byggir í miðøkinum, so rentuútreiðslurnar eru áleið tær somu ?
Kári P. Højgaard
løgtingsmaður




