Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári spyr Háfoss

John William Joensen

Fara húsarhald í Føroyum at fáa avsláttur i Kringvarpsgjaldinum, tá almenni kringvarpssendarin ikki sendir sum hann skal?

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landstýriskvinnu í mentamálum
Viðvíkjandi sendistøðgi og almenna kringvarpsgjaldinum

Fara húsarhald í Føroyum at fáa avsláttur i Kringvarpsgjaldinum, tá almenni kringvarpssendarin ikki sendir sum hann skal, og millumbylgjusendarin somuleiðis hevur trupuleikar. · Hvat hendir, um avoldaðu sendararnir støðga endaliga, áðrenn nýggj útgerð er komin?

Viðmerkingar

Eingin veit á morgni at siga, um almenna Kringvarpið á kvøldi Dagur og Viku sendir.

Ein umskriving av gamla føroyska orðatakinum sum tíverri er satt, tí seinastu tíðina hevur tað verið eins spennandi, ótrygt og ivasamt sum at vinna í Gekkinum, um sjónvarpsendarin fer at senda Dag og Viku ella ikki.

Ásett er í § 7, stk. 2 síðsta punkti í løgtingslóg nr. 61 frá 16. mai 2006 um kringvarp, at gjaldskyldan, fyri at rinda Kringvarpsgjaldið, er bert galdandi fyri húski sum hava tól, sum kann móttaka sendingar frá Kringvarpi Føroya.

Ein rættiliga greið áseting er endamálið at lýsa, hvør hevur skyldu at gjalda. Tað er møguligt, at løgtingið ikki hugsaði um tað støðuna sum nú er íkomin, tá tað samtykti lógina og hesa áseting, men hetta er lógin í dag og í dag er tað einki tól í Føroyum sum kann móttaka sjónvarpssendingar frá Kringvarpi Føroya, um sendarin er sløktur.

Landstýrismaðurin í mentamálum og vinnumálum hevur saman við undanfarnu samgongu sjálvsagt høvuðsábyrgdina av, at vit framhaldandi hava ein avoldaðan sjonvarps- og millumbylgjusendara og eitt vánaligt sendinet. Tí er tað ivasamt, um vit hava skyldu at rinda tann partin av Kringvarpsgjaldinum, ið er tilætlað sjónvarpsvirkseminum í hesum tíðarskeiðinum.

Avleiðingin má vera, at vit hava ikki skyldu at rinda fyri teir dagar vit einki síggja.

Mótargumentið er, at sjálvt um tólini einki móttaka, so kunnu tólini í teorini móttaka og harvið skal gjaldast sum vanligt. Tað má tó sigast at vera lagnunar speiðsemi, at russarar liggja á Runavík og síggja tíðindi heiman, meðan okkara heimligi tíðindaskermur er svartur.

Kári P. Højgaard
løgtingsmaður