Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári spyr Rigmor um trygdarskeiðið

Norðlýsið

M.a. hvør skal gjalda meirkostnaðin av trygdarskeiðnum, sum hjá summum fer at taka 3 vikur í mun til 3 dagar sum nú er.

M.a. hvør skal gjalda meirkostnaðin av trygdarskeiðnum, sum hjá summum fer at taka 3 vikur í mun til 3 dagar sum nú er.

Hósdagin verður tingfundur, har m.a. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, skal svara skrivligum fyrispurningi frá Kára P. Højgaard. Kári spyr um viðurskiftini viðv. trygdarskeiðnum framyvir.

Spurningarnir hjá Kára eru sambært heimasíðuni hjá løgtinginum hesir:

Spurningur

1. Hevur landsstýriskvinnan í mentamálum ætlanir um at arbeiða fyri at geva føroyskum ungdómi 16 ár og eldri, tilboð um ókeypis trygdarskeið og Bláu Bók?

2. Hvussu stór hevur tilgongdin verið innan sjóvinnuna, tvs. talið av fólki, sum mynstrar fyrstu ferð við føroyskum skipum í 2011, 2012, 2013 og 2014?

3. Heldur landsstýriskvinnan, at § 6 í Kunngerð nr. 119 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum er rímilig, har tíðin at taka skeiðið økist úr 3 døgum upp í 3 vikur?

4. Hvørjar forkanningar eru gjørdar til tess at tryggja, at skeiðsdeplarnir, sum í dag bjóða trygdarskeið, eru til reiðar at møta hesi ovurstóru avbjóðing bæði viðvíkjandi tilfari og lærarum?

5. Hvussu long verður bíðitíðin frameftir at sleppa á trygdarskeið?

6. Hvar hevur kunngerðin verið til hoyringar?

7. Hvat verður skeiðskostnaðurin, nú tíðarskeiðið økist frá 3 døgum til 3 vikur, og hvør skal gjalda meirkostnaðin?

8. Hví verða trygdarkrøv til manning ikki samsvarandi manningarskjalinum? Tvs. at um manningarskjalið sigur 12 persónar, so skulu tey 12 í minsta lagi hava trygdarskeið, men kunnu tveir ungdómar verða við fyri at læra, og sum ikki nýtast trygdarskeið.

9. Í § 13 stendur gildiskoman at vera dagin eftir, at kunngerðin er lýst, tvs. 21. november. Er nýggja ásetingin farin at virka?

10. Eru herdu krøvini bert galdandi, tá fólk taka trygdarskeið á fyrsta sinni, ella er hetta eisini eitt krav, tá trygdarskeiðið skal endurnýggjast?

11. Er longda trygdarskeiðið eitt altjóða krav fyri manningar á føroyskum fiskiskipun í føroyskum sjógvi sambært STCW-F sáttmálan, ella er tað ein tillaging, sum føroyskir myndugleikar mæla til gera?

12. Verður økta kravið eisini galdandi fyri útróðrarflota?


Viðmerkingar

Spurningarnir verða settir eftir áheitan frá landsstýriskvinnuni í mentamálum. Trygdarviðurskiftini skulu sjálvsagt vera í lagi, tað er spyrjaranum fullgreitt, men her er lopið so stórt, at ein stendur spyrjandi.

Verða herdu krøvini til trygdarskeið frá 3 døgum til 3 vikur eitt framtíðarkrav, fer hetta at hava sera stórar avleiðingar fyri føroyska fiskiflotan.

Fiskivinnan er framhaldandi okkara høvuðsvinna, men gongdin er við at broytast. Í 2001 vóru 93 skip og 1211 fulltíðarstørv sum fiskimenn. Í 2011 vóru 64 skip og 769 fulltíðarstørv sum fiskimenn.

Í sama tíðarskeiði er vorðið truplari at fáa manning til partar av føroyska fiskiflotanum. Fiskimenn í stórum tali leita sær kjans við norskum ella grønlendskum fiskiskipum, ella teir fáa arbeiði innan oljuvinnuna. Við eini góðari maritimari útbúgving hevur higartil verið lætt at fingið kjans, tí tørvurin á sjófólki hevur verið stórur.

Eitt felags mál fyri tey ungu má verða, at útbúgvingarnar í mest møguligan mun eru tillagaðar tí tørvi, sum kann væntast at verða í samfelagnum komandi árini. Málið er sjálvsagt, at eitt arbeiðið stendur í boðið, tá lærutíðin er av.

Talið av ungum, sum velja sjóvegin og mynstra, er munandi minkað seinastu árini. Tí er tað ein vaksandi trupulleiki, at fáa mannað partar av fiskiskiflotanum. Avleiðingin av hesi gongd er, at saman við minkandi talinum av føroyskum fiskimonnum, fer vitanin, og vit missa royndirnar, sum vit hava vunnið okkum gjøgnum fleiri ættarlið. Í roynd og veru kann óhepna gongdin gerast katastrofal fyri høvuðsvinnu okkara, um vend ikki kemur í.

Henda seinasta kunngerðin um longt trygdarskeið er steinur oman á byrðu hjá vinnuni og sjófólki.