Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur sett Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra spurning viðvíkjandi flytingum av veiðiloyvum
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur sett Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra spurning viðvíkjandi flytingum av veiðiloyvum
Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær fiskiførini Helena KG 183 – XPSD og Eysturoyingur FD 280 OW 2203 seinast vóru til vinnuligan fiskiskap og høvdu sínar seinastu avreiðingar?
2. Hvussu nógvir fiskidagar eru/vóru knýtt at veiðuloyvunum hjá Helenu og Eysturoyingi árini 2010 – 2017
3. Kann landsstýrismaðurin útvegað eitt yvirlit yvir virksemi (nýtsluna) av veiði- og fiskiloyvum hjá ávikavist Helenu og Eysturoyingi nevnda tíðarskeið.
Veiðiloyvi hjá Helenu, gav felagnum part av eini felagskvotu, avsett av landsstýrismanninumtil bólk 3 í Eystur Grønlandi. Hvussu grundar landsstýrismaðurin, at fiskirættindini latin veiði- loyvinumhjá Helenu verður verða fiskaði av øðrum veiðiloyvum, samstundis sum veiðiloyvi hjá Helenu, verður brúkt av Næraberg til pelagiska vinnu í føroyskum sjóøki.
4.Hvussu mong slík “skuffuloyvi” eru framhaldandi í skipanini innan allar skipabólkar og ber enn til hjá vinnuni sínámillum, at keypa og selja loyvi og rættindi.
Viðmerkingar
Seinastu tíðina er ljós sett á og ivaspurningar reistir, viðvíkjandi umsitingini av okkara fiskivinnuskipan.
Landsstýrismaðurin hevur verið heitasti talsmaður fyri at fáa rættað nakrar av hesum skeivleikum, meðan hann var partur av andstøðuni í Løgtinginum. Men ilt er at fáa eyga á nakrar batar ella rættingar, síðan nýggj samgonga tók við eftir løgtingsvalið. Nú hevur landsstýrismaðurin allar møguleikar at at fremja neyðugar broytingar og hann hevur eisini myndugleikan.
Í staðin fyri skjótast gjørligt at fáa rætta skeivleikar í skipanini, verður alt krútið brúkt til eina framtíðar fiskivinnunýskipan sum er ein kollvelting, og nærum øll vinnan mælir frá.




