Kári P. Højgaard løgtingsmaður
Munnligur fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard landstýrismann í fíggjarmálum
• Spurningar Hvussu nógv verður spart við at flyta TAKS úr Saltangará til Klaksvíkar.
• Eru møguleikarnir í Eysturoy kannaðir fyri at keypa, leiga ella byggja hóskandi bygning til virksemi hjá TAKS
• Er býráðshúsið í Klaksvík alment lýst til sølu.
• Stendur samgongan aftanfyri landstýrismannin í avgerðini at flyta TAKS
Viðmerkingar
Í nærum hálva øld hevur Gjaldstovan nú TAKS verið ein vælvirkandi almennur stovnur í Saltangará. Í dag starvast 20 fólk á stovninum, ið liggur í einum fólkaríkum umhvørvi við fjølbroyttum og virknum vinnulívi. Tí standa borgarstjóri, løgtingslimir, starvsfólk og brúkarar í økinum spyrjandi, hvat veruliga liggur aftanfyri burturflytingina.
Tá ein vælvirkandi almennur stovnur verður ryktur burtur úr umhvørvinum, har lítið annað alment virksemi er frammanundan, má fult gjøgnumskygni valda, hví landstýrismaðurin velur at fremja hetta risa afturstigið mótvegis Eysturoynni.
Tað er átaluvert, at politiski myndugleikin seinastu árini brúkar flytingar av almennum stovnum, eins væl og fráboðan av nýggjum stovnum, til at styrkja seg politiskt í økjunum, tí stovnarnir verða í flestu førum lagdir í nærumhvørvinum hjá avvarandi landstýrismanni.




