Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári spyr um vegagerð gjøgnum Leirvík

John William Joensen

Tað kann ikki verða nøktandi fyri landstýrismannin, at tað einasta, sum sæst eftir, eru nakrar bungur í kommunala vegnum eins og onnur ferðsluforandi tiltøk eru framd.

Skrivligur fyrispurningur til Bjarna Djurholm landstýrismann

Viðvíkjandi vegagerð gjøgnum Leirvík

1. P/F Norðoyartunnilin hevur fingið eitt fyribils íbindingarloyvi í kommunala vegin í Leirvík galdandi til 31. desember 2007. Hvussu verður støðan viðvíkjandi ferðsluni gjøgnum Leirvík eftir hendan dag ?

2. Hvat hendir um kommunan sýtir fyri at leingja íbindingarloyvi?

3. Fer landstýrismaðurin at taka nøkur stig til tess at loysa naggatódnina, nú bert triðingurin er eftir av árinum og valskeiðinum,og einki útlit er fyri eini loysn ?

4. Kunnu landsmyndugleikarnir við lógini í hond ognartaka frá kommunalu myndugleikunum til almenn endamál, um kommunan sýtir fyri at selja ?

5. Metir Bjarni Djurholm landstýrismaður, at málið viðvíkjandi vegaføringini gjøgnum Leirvík er endaliga avgreitt við tí lógaruppskotið sum hann legði fyri Løgtingið og fekk samtykt ?

Viðmerkingar
Á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu verður víst á, at kommunan hevur givið eitt tíðaravmarkað loyvi at binda í kommunala vegin. Hvat kann henda eftir at freistin er farin kann ein bert gita sær til, men sum valdur løgtingslimur, kann eg ikki sita og bíða til dagurin er komin. Vit mugu fáa eina skrivliga støðufrágreiðing og vit mega finna eina loysn á málinum sum allir partar kunnu liva við, áðrenn tíðarfreistin er runnin.

Løgtingið hevur eftir uppskotið frá bjarna Djurholm landstýrismanni samtykt, at vegagerðin skal gerast niðri í bygdini við havnalagið. 18 milliónir vórðu avsettar á fíggjarlógini í ár, til at byrja arbeiðið, men til munnligan fyrispurning frá spyrjaranum bleiv upplýst, at meginparturin av hesum peningi verður nýttur til onnur arbeiði, sostatt hendir onki í Leirvík nærmastu framtíð.

Síðan verkætlanin varð samtykt eru nógvir leikir leiktir, men enn er ein høvuðspurningur, nevnliga vegagerðin í Leirvík, ikki loystur.
Tað bleiv lovað leivíkingum, at vegaloysnin skuldi gerast í samráð við kommunala myndugleikan.

Tann loysnin sum nú fyriliggur, metir meirilutin í bygdaráðnum at verða tann vánaligasta, og ynskja tey ein veg omanfyri bygdina Uppi á Bjørgum.

Trupult er at taka dagar ímillum hvat er rættasta loysnin. Fjarðbúgvar frøðast um vegagerðina omanfyri bygdirnar á vestara arminum á Skálafjørðinum, tí hetta var besta loysnin fyri at fáa ferðsluna út um bygt øki. Ætlanin er somuleiðis at loysa ferðslutrupuleikan á eystara armi á fjørðinum, við at fáa ferðsluna niðan um bygt øki úr Runavík inn á Skipaneskrossin.

Nógvar loysnir hava verið frammi viðvíkjandi ferðsluni gjøgnum Leirvík, eitt nú tunnil undir bygdini,vegur niðarlaga í bygdini við lokarennu, søkkitunli og vegaføring omanfyri bygdina o. s. v.

Tann loysnin sum Løgtingið samtykti, verður ikki góðtikin av meirilutanum í Leirvíkar bygdaráð, og verður av fleiri mett at verða tann vánaligasta. Tímaglasið er við at renna út og nú tað sansar at, er avgerandi spurningurin, um ein loysn kann finnast, sum meirilutin av bygdaráðnum og leirvíkingum kann liva við. Samgongan tók ikki undir við loka-rennu loysnini, tí hetta var ov kostnaðarmikið.

Størsta verkætlanin í Føroya søgu, ið annars er sera væleydna, sá dagsins ljós í 2002. Norðoyartunnilin knýtir Norðoyggjar saman við restina av meginøkinum og er ein lívsæðr, ið ikki má ella kann slitnað, uttan at tað fær álvarsamar fylgjur. Sami flokkur og landstýrismaður hevur havt málsøki hesi seks árini og hevur harvið høvuðsábyrgdina. Tað kann ikki verða nøktandi fyri landstýrismannin at leggja frá sær eftir árskifti og tað einasta sum sæst eftir, eru nakrar bungur í kommunala vegnum eins og onnur ferðsluforandi tiltøk eru framd.

Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður fyri
Sjálvstýrisflokkin