Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kári Thomsen skrivar: Frí og skipað kapping og EL-kostnaður

Norðlýsið

EL-veitingarlóg og orkupolitikkur er í umbúnað at verða lagt til landsins myndugleika at skipa framyvir, og sæst tað væl í teim boðum SEV legur út til miðlar okkara at bera fram.

Kanning frá donskum serfrøðingum um danskan meira og minni óheppnan orkupolitik í nýggju EU-liberaliseringini skal nú brúkast sum amboð at manipulera føroya fólk, kommunustýrislimir og politikarar, at tað ikki er nøkur loysn at vit taka einkarstøðu SEV´s av og geva øðrum møguleika at verða við at menna orkuútbyggingar. Endurtikið verður at danskur EL-kostnaður er nógv hægri enn tann føroyski, og róð verður uppundir at tað verður galin endi um SEV ikki einsamalt sleppur at ráða.

Ravmagn kann framleiðast á fleiri ymiskar mátar, á stórum verkum ella í smáum eindum í einstaka húsarhaldinum. Lógarverk er til fyri at skipa karmar og gera reglur fyri hvussu farast skal fram tá útbyggingar skulu gerast og tá kostnaður skal ásetast fyri ávísa vøru, ið hvør einstakur borgari og hvørt virki skal hava hendur á fyri at kunna virka og mennast.
Føroya løgting og landsstýri má vera einasta landastjórn í heiminum, ið, sum er, ikki hevur nakran orkupolitikk og tamarhald á hvussu so týdningarmikil sektorur verður skipaður. Tí er tað í tøkum tíma at nýggj lóg um ravmagnsframleiðlsu og veiting verður løgd fyri tingið, og at man haðani tekur stig til at orða ein almennan orkupolitikk og fær til vega tað gjøgnumskygni eftirlýst hevur verið í nógv ár.

Orkuveitanarútlitini eru at vit ikki koma at gera gagn av fossilum orkukeldum, tá hesar eru við at verða tømdar. Orkustøðið verður tí lagt meira og meira yvir á ravmagn, sum depilin haðani vit framyvir skulu fáa til vega neyðuga orkutørvin, og júst tí er tað av alstórum tídningi at einstakur persónur, í hesum føri SEV stjórin, ikki sleppur at ráða og manipulerað við so týðandi máli.
Roknast kann við at kostnaðurin fyri ravmagn ikki fer at lækka sum árini ganga, sjálvt um vindorka er biligasta ravmagni til um 20 oyru pr. kilowatt. Orsøkin er at skynsamar og neyvar útbyggingar skulu fremjast til at kunna nøkta ein øktan tørv til fleiri endamál enn tey vit hava í dag. Av stórsta tídningi er tí at hvør einstakur borgari sleppur at luttaka hvør í sínum lagi í framleiðslu av ravmagni. Her vita vit at tað er ógjørligt t.d. at seta sólkyknur til el-málaran í einum sethúsum. Onnur lond stuðla miðvíst slíkum átøkum, meðan vit bara kunnu hyggja at og undrast hví slíkt ikki letur seg gera hjá okkum.

Danskur og føroyskur EL-kostnaður

Afturvendandi pástandurin hjá SEV stjóranum at danski el-prísurin er hægri enn tann føroyski, er aftur frammi í miðlunum, og er tí neyðugt enn einaferð at afturvísa hesum.

Vit hava ein grundkostnað á 111 oyru + meirvirðisgjald, ið gevur ein samlaðan kostnað á 139 oyru fyri eitt kilowatt. Danir skipa ravmagnskostnaðin í 3 eindir:

1.    Orkukostnaður
2.    Flutningur
3.    Avgjøld.

1. Orkukostnaður er býttur millum ravmagn framleitt úr náttúrugassi, koli ella vatnorku nevnt “marknaðar-EL”, og ravmagn framleitt sum grøn orka m.a. frá vindmyllum nevnt “umhvørvis-EL” ella “prioriterað framleiðsla”.

2. Flutningur av ravmagni fevnir um fleiri gjøld. Transmissiónsgjaldið er fyri nýtslu av háspen-ningarnetinum og Netgjaldið er fyri nýtslu av lokala EL-netinum. Afturat hesum eru tvey gjøld nevnd PSO1 og PSO2, ið standa fyri Public Service Obligation, ella á føroyskum “almennar skyldur”. PSO1 er til útreiðslur í samband við veitanartrygd og PSO2 til útreiðslur í samband við umhvørvisvinarliga ravmagnsframleiðslu.

3. Avgjøldini eru fleiri og fevna um gjald til statin, meirvirðisgjald, CO2-avgjald, orkuskatt, orkusparistuðul, og avgjald til fígging av upplýsingarvirksemið.

Føroyski EL-kostnaðurin væl hægri

Til at vísa eina samanbering av donskum og føroyskum ravmagnskostnaði kunnu donsku avgjøldini leggjast á føroysku grundupphæddina – ella øvugt, leggja einasta føroyska avgjaldið MVG´ið á danska grundprísin.
Danski grundprísurin áðrenn avgjøldini liggur um 50 oyru. Við føroyskum MVg verður prísurin pr. kilowatt 62,50 oyru ella minni enn helvtin av føroyska kostnaðinum.
Donsku avgjøldini løgd á føroyska grundprísin á 111 oyru geva 165 oyru pr. kilowatt. Við MVG verður kostnaðurin 206 oyru ella 33 oyru meira enn danski prísurin á 173 oyru.
Niðurstøðan er óansæð hvussu roknað verður at føroyski prísurin er rættuliga nógv hægri enn tann danski.

EU- og donsk mistøk

Frágreiðingin hjá Niels I. Meyer og Frede Hvelplund “Problematisk liberalisering af elektricitets-markedet i EU”, januar 2007, vísir at tað er vána loysn at lata ravmagnsmarknaðin virka á sama hátt sum vanligi liberali marknaðurin ger tað. Nøkur fá stór framleiðsluvirki fingu monopollíknandi støðu, júst sum hjá okkum í dag, og handlaðu ravmagn sum einhvørja aðra vøru har vinningurin skal inn sum skjótast og við stuttum skoðbráð. EU-direktivið um liberalisering av ravmagns-marknaðinum hevði við sær at gamla danska skipanin, har brúkarin átti part í framleiðlsuvirkinum og at skipanin hvíldi í sær sjálvum, datt niðurfyri. Henda skipan hevði annars víst seg at rigga væl og við lágum ravmagnsprísum. Um somu tíð tóku danski fólkaflokkurin og Venstre av allan stuðul til vindorku og aðrar varandi orkuframleiðslu, og hjálpti hetta ikki uppá kostnaðarstøðið.
Frágreiðingin hjá Niels I. Meyer og Frede Hvelplund er ikki bara ein kritisk viðgerð av EU orku-liberaliseringspolitikkinum. Tei hava eisini boð uppá hvussu og hvat kann gerast til at náa skilagóðum langtíðarmálum. Hesin partur sæst ikki aftur í nøkrum av umrøðunum, ið hava verið í miðlunum, og sjálvandi nevnir SEV stjórin heldur ikki nakað av hesum.

Tilmælið frá Meyer og Hvelplund
Mælt verður til at fremja langtíðarplanlegging av allari orkuveiting við atliti til lokalar orkumøguleikar og demokratisku rættindi borgarans til ynsktu orkuveiting. Uppgáva EU´s eigur at verða at avmarka stórar ráðaríkar framleiðarar og stuðla limalondunum í at skapa eina lokala burðardygga menning. Reglan, at dálkarin skal gjalda, skal hava við sær at eksternir samfelags-kostnaðir í nýtsluni av fossilari orku skulu leggjast afturat brúkaraprísinum, líkasum at øll almen stuðulsgjøld til m.a. ojunýtslu til ravmagnsframleiðslu skulu avtakast.
Annað tilmæli frá Niels I. Meyer og Frede Hvelplund er at skifta kappingargrundaða EU-direktivið út við eitt nýtt direktiv har veitanartrygd og umhvørvisvernd fær hægsta prioritet. Sagt við øðrum orðum snýr tað seg um at skapa eina burðardygga orkumenning.

Í 5 høvuðspørtum verður mælt til m.a. nevndu burðardyggu orkumenning, at orka ikki er vanlig handilsvøra, at politiska leiðslan skipar orkupolitikkin, at brúkarin verður partseigari í veitingini, og at orkan verður grundað á “non-profit” veitanarfeløg.
Hesi eru nøkur av tilmælunum í umrøddu frágreiðing, og sampakka tey eisini við tey tilmæli Føroya Náttúruverndarfelag hevur víst á: Orkutilfeingið er ogn Føroya fólks og má undir ongum umstøðum gerast mál í løtuvinningi.
Frágreiðingin hjá Niels I. Meyer og Frede Hvelplund kann lesast á www.myagenda.dk