Fríggjadagin kl.15.00 verður aftur hugnaløta í kirkjukjallaranum, har navnframa klaksvíkskvinnan, Karin Kjølbro, fer at hugleiða.
Tað var hin 28. februar í 1968, júst 45ár síðani, at hon var útlærd sum sosialráðgevi. Karin hevur starvast innan hetta yrkið øll hesi árini. Her heima á klettunum hevur hon eisini verið við at sett síni fingramerki. Hon hevur verið talskvinna teirra veiku. Fyrsta uppgáva hennara, tá ið hon kom í starv her í Føroyum, var at fyrireika heimkomuna hjá stórthundrað fólkum við menningartarni, ið høvdu búð á Rødbygard at geva teimum eitt verdugt lív her í Føroyum. Var stigtakari til felagið Javna; og í 36 ár arbeiddi hon innan Kriminalforsorgina. Karin fer at hugleiða um evnið “Sosialur arvur”, ið er eitt sera áhugavert evni.
Øll eru vælkomin.




