Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Birgir: Vit eru sera væl nøgdir

Jákup Ósá

Tað hava ongantíð verið so nógv fólk á Sjómannadegnum. Tað heldur Karl Birgir Isaksen, ið er ein av høvuðsfyrireikarunum av Sjómannadegnum.

– Endamálið er, at alt skal vera ókeypis soleiðis, at øll fáa ein hugnaligan dag. Og vit mugu siga, at vit eru sera væl nøgdir við dagin. Veðrið hevur gjørt sítt og so eru tað tiltøk, ið serliga tiltrekkja fólk. M.a. Fish & Chips hjá JFK. Og so hevur alt annað eisini gingið sum heitt breyð. Tað hava ongantíð verið so nógv fólk til morgunmatin og bæði á Brimli og Looknorth siga teir seg hava havt eina rúgvu av gestum. Eg havi eisini sæð nógvar útlendingar, so eg vænti, at hetta er eisini við til at branda Føroyar uppá ein heldur óvanligan máta, sigur ein sera væl nøgdur Karl Birgir Isaksen í kvøld.  
Hann leggur eisini dent á, at uttan mongu stuðlarnir, so bar hetta ikki til.