Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Karl: – Eg kenni als ikki til hasa upphæddina

Jóhann Lützen

Tað er átaluvert, at býráðslimur letur skeivar upplýsingar til Norðlýsið um eitt mál, sum var viðgjørt á lukkaðum býráðsfundi í gjárkvøldið, sigur Karl Johansen í telduposti við Norðlýsið

Í morgun skrivaði Norðlýsið, at Klaksvíkar kommuna má gjalda 7. mió krónur til RTS-Contractors, tí kommunan ynskir at sleppa úr sáttmálanum fyri 2. og 3. byggistigi uppi á Fossum.

Sum borgarstjòri kenni eg als ikki til hasa upphæddina, men kann annars siga, at tað, sum verður viðgjørt á lukkaðum býráðsfundi eigur ikki at varpast út til almenningin og tí havi eg ikki fleiri viðmerkingar til málið, sigur Karl Johansen við Norðlýsið í telduposti. 

Hvønn býráðslim Karl Johansen, borgarstjóri meinar við, nevnir hann ikki í teldupostinum.