Høgætt um nakrar dagar. – Lágtrýstini ferðast enn á sama hátt, men um nakrar dagar verða leivdirnar av einum tropiskum illveðri um okkara leiðir. Hetta er tropiski stormurin Karl. Hann tók seg upp út fyri Vesturafrika 14. September, og hevur verið á ferð í Alantshavi líka síðan. Hann hevur ikki verið yvir landi.
Nú er hann farin norðureftir, hevur blandað seg við kaldari luft og er í gjár vorðin til eitt tempererað lágtrýst og er at meta sum eitt vanligt lágtrýst, sum vit kenna so væl til her í Føroyum.
Í dag og í morgin fer ættin at liggja báðumegin sunnan, men frá týskvøldinum og nakrar dagar fram verður ættin ímillum útnyrðing og høgan vestan.
Karl fer fram við okkara leiðum seinnapartin týsdagin og týskvøldið. Tað ringa veðrið rundan um Karl fer at vera í Norðurskotlandi.




