Nú í nógv ár hevur verið tosað um undirsjóartunnil um Lorvíksfjørð, og á sumri 2006 verður koyrandi. Uttan ivað er hetta størsta broyting á samferðsluøkinum, har norðoyggjar verða bundnar saman við megin-økið, og gevur vinnuni ótarnaðar møguleikar at arbeiða um fjørðin.
Seinnu árini hevur Klaksvíkar býráð miðsvíst arbeitt fram ímóti at betra um møguleikarnar fyri menning hjá vinnuni.
Øll stykkini í Uppsalabø eru nú seld, so í løtuni eru ongi stykkir til vinnuvirkir.
Men við teirri broyting í byggisamtyktini um ídnaðarútstykking á Skarðhamri, kunnu fyrstu stykkini longu latast í 2005, um rætt verður atborið.
Hendan útstykking útvegar millum 25 og 30 stykkir har støddin er millum 1000 og 2000 kvm. Hendan verkætlan gevur uttan iva vinnuni møguleikar til útbygging nógv ár fram.
Á øðrum økjum hevur eisini verið arbeitt miðvíst fram ímóti at betra umstøður hjá borgarunum, soleiðis at hetta økið kann mennast.
Bíðilistin til barnaansing er heilt nógv minkaður, um enn ikki burtur, men við teirri avseting, ið er á fíggjarætlanini fyri komandi ár, verður bygdur stovnur til uml. 30 børn, og saman við øðrum tillagingum, verður mett at kommunan kann veita ansingartrygd.
Broyting í byggisamtyktini, hevur givið okkum møguleika at útvega uml. 30 grundstykkir á Norðoyri.
Ringvegaætlanin, við íbinding til Rættargøtu/ Niðan Horn, fevnir eisini um 18 grundstykkir. Harafturat er felagið DOMUS byrjað við íbúðarbygging í fevnir um 62 íbúðir.
Hetta eg her havi nevnt, eru bert nøkur, men sera umráðandi økir, at hava fingið greiðu á, um vinnulívið skal hava møguleikar fyri menning komandi árini.
Kommunurnar partur má so ikki liggja eftir.




