Í blaðnum 7. mars, skrivar ein lesari grein á síðu 2 um vegaføringar í sambandi við undirsjóvartunnilin, har spurningar verða settir við hvussu vegaføringar vera í Klaksvík, eftir at holið er komið undir Lorvíksfjørð.
Eg skal ikki í hesum koma inn á, hvussu vegaføringarnar fyribils eru teknaðar, tá eitt kort av hesum hevur staðið á prent í bløðunum fyrr í ár.
Hinvegin kann eg upplýsa, at Tekn. Nevnd og býráðið í løtuni arbeiða við at dagføra vegaætlanina fyri Klaksvíkina, og rokna vit við, at hetta arbeiðið verður klárt frá okkara ráðgevarum um mánaðarskiftið mars/apríl.
á fundi í Teknisku nevnd komandi mikudag, fari eg at mæla nevndini til, at ætlaðar broytingar í vegakervinum verða lagdar fram fyri almenningin nakrar dagar til kunningar.
Eftir hetta kundi eg hugsa mær at Tekn. Nevnd fyriskipar einum borgarafundi, har vegaætlanin kann verða umrødd av almenninginum, áðrenn farið verður undir endaligu politi8sku viðgerðina av hesi vegaætlan.
Viðvíkjandi teim broytingum, íð leiðis hava atlit til undirsjóvartunnili8n, er tætt samarbeiði millum býráðið, nevndina fyri Norðoyatunnilin og Landsverkfrøðingin.
Vónandi eer hetta í fyrsta umfari nøktandi hjá lesarunum og vilja vit sjálvandi kunna borgararnar, tá tilfarið er tøkt.




