Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Jakob Ósá settur sum tekniskur stjóri í Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

Fíggjarnevnd býráðsins hevur á fundi í morgun sett Karl Jakob Ósá í starvið sum tekniskur stjóri. Starvið er tíðaravmarkað til fimm ár.

Fíggjarnevnd býráðsins hevur á fundi ímorgun sett Karl Jakob Ósá í starvið sum tekniskur stjóri. Starvið ertíðaravmarkað til fimm ár.

Søkt hevur verið eftir tekniskum stjóra. Umsóknarfreistinvar úti 22. apríl, og inn komu nýggju umsóknir. Á fundi í morgun tók ein samdfíggjarnevnd undir við at seta Karl Jakob Ósá í starv sum tekniskur stjóri.

Karl Jakob er 47 ára gamal og býr í Tórshavn. Hann er útbúgvin byggifrøðingurog hevur drúgvar royndir sum verkætlanar- og byggileiðari hjá ymiskum fyritøkum- bæði í Føroyum og altjóða í Caribia, Danmark og Svøríki. Harumframt hevurhann verið eigari í Arkitektavirkinum, ið m.a. vann kappingina í sambandi viðum- og útbygging av Løgtingshúsinum.