Eftir tilburðin í dag, har báturin Thor hjá Sea Shepherd órógvaði grindina, ið lá og grindaðist út fyri bygdini í Haraldssundi, hevur sýslumaðurin, Karl Johansen avgjørt, at hann meldar bátin og felagsskapin til fútan fyri brot á grindareglugerðina.
Grindareglugerðin sigur nevniliga, at finnur ein grind, so hevur ein skyldu at boða sýslumanninum frá. Síðani hevur ongin loyvi at fara undir at reka grindina uttan við loyvi frá Sýslumanninum ella grindaformonnunum.
Eg hevði avtalu við grindaformenninar at vit skuldu bíða við at fara undir rakstur av grindini, til tað passaði betur í sjóvarfallinum og ímeðan varð grindin eygleidd frá landi av. Men báturin Thor frá Sea Shepherd fór aftaná grindini, tá hon flutti seg út eftir fjørðinum, og rak hana út og tað er ikki loyvt.
Ongin annar enn báturin hjá Sea Shepherd fór til grindina, og teir fóru til grindina uttan loyvi.
Tí verða teir nú meldaðir til fútan, sigur Karl Johansen, sýslumaður í stuttari viðmerking.




