Karl Løkin hevur í kvøld skrivað sáttmála við ÍF.
Karl Løkin hevur í kvøld skrivað sáttmála við ÍF. Norðlýsið skrivaði mánadagin, at ÍF var úti eftir Karl, ið tá bíðaði eftir, hvør nýggi NSÍ venjarin bleiv.
ÍF heimasíðan skrivar soleiðis:
Í kvøld kunnu vit avdúka, at ein fyrrverandi ÍF leikari aftur gerst ÍF leikari í 2014. Talan er um 22-ára gamla Karl Abrahamsson Løkin, ið eisini er hálvur fuglfirðingur og leikti við ÍF í 2010, 2011 og í 2012. Karl hevur leikt 83 dystir fyri besta liðið hjá ÍF og 23 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, har hann leikti í ár, so sjálvt um hann einans er 22 ára gamal,hevur hann longu nógvar royndir í bestu fótbóltsdeildini. Karl er sentralur miðvallarleikari, har hann hevur flest royndir sum defensivur miðvallari, men hann kann eisini røkja eitt boks til boks pláss á miðvøllinum, tí at hann hevur sera høgan rennikapasitet. Eisini kunnu vit nevna, at Lars Olsen hevur úttikið Karl til venjingardystin ímóti Malta tann 19. november í ár.
Tað er ein sonn gleði at fáa Karl aftur til Fuglafjarðar, og uttan iva eru ÍF fjepparar sera glaðir fyri at fáa Karl aftur í reyðu blusuna.
Mynd: if.fo




