Ein av leikarunum leygardagin verður Karl Marius Poulsen, sum gjørdi lívið súrt fyri mangar verjuspælarar í 80 árunum
Ein av leikarunum leygardagin verður Karl Marius Poulsen, sum gjørdi lívið súrt fyri mangar verjuspælarar í 80 árunum
KÍ leikarar sum vórðu aktivir í 80 árunum og 90 árunum leika dyst leygardagin 22 juli kl. 17. Liðini verða blandaði.
Karl Marius Poulsen leikti 58 dystir í bestu deildini og skoraði 23 mál. Í steypakappingini spældi hann 8 dystir og skoraði 5 mál.
Ein tann minniligasti dystur Karl Marius hevur spælt mundi verða tann 30. apríl 1989, tá KÍ vitjaði í Gundadali ímóti B36. KÍ vann 4-1 og Karl Marius skoraði øll málini fyri KÍ.
Myndina hevur Símun á Høvdanum tikið.




