Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Martin og Mikkjal í Víkafé

(Erik Biskopstø)

Leygarkvøldið 8. November verða okkara vælumtóktu Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein at hoyra í Víkafé

Karl Martin kenna vit serliga sum sangara í bólkinum Hjarnar og sangari/kór á óteljandi útgávum. Hann er ein av okkara royndastu popp/rock tónleikarum og verður av nógvum hildin at verða millum bestu sangarum í Føroyum.

Mikkjal Hvannastein kenna vit serliga frá I AM og hevur hesin guitarsnillingurin verði við á nógvum útgávum.
Spennandi verður at hoyra hvat teir báðir koma spæla, men óansæð hvat so verður tað heilt sikkurt gott.

Oftast er fult í Víkafé Leygarkvøld, so tað ræður um at koma í býin í góðari tíð!