Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl Martin syngur í Havn

Tíðindaskriv

Leygarkvøldið 30. august spælur Karl Martin Samuelsen við bólki sínum til dans í Dansifrøi.

Leygarkvøldið 30. august spælur Karl Martin Samuelsen við bólki sínum til dans í Dansifrøi.

Karl Martin Samuelsen er kanska kendasti Rocksangari í Føroyum. Mong kenna hann sum oddamann í Hjarnum, men hann hevur eisini sungið í øðrum samanhangum.

Karl Martin og aðrir tónleikarar hava KMS Band, og leygarkvøld verða teir at hoyra í Dansifrøi í Havn.

KMS Band spælir nýtt tilfar hjá Karl Martini, men teir tríva sjálvsagt eisini í teir góðu gomlu sangirnar hjá Hjarnum.

Karl Martin hevði eina frálíka konsert á Summar Festivalinum, og nú fylgir hann hesa framførslu upp við framførslu í høvuðsstaðnum.