Tað fyrsta eg minnist fyrst í trýssunum, var bjargingarroynd frá skipi fastur táttur á Norðoyarstevnu. Hetta var áðrenn bjargingartyrlur og nútímans bjargingarbátar vórðu tikin í brúk.
Á hesi gomlu myndini er líkt til, at teir hava brúkt Karl Peter, gamla sandbátin hjá Hugo Gardar, til bjargingarroyndina, har ein maður uppi á mastrina á sandbáturin varð settur í ein stól, og síðan stjóraður í land. Frástøðan frá bátinum og upp á land var so mikið stór, at maðurin í stólinum varð drigin ígjøgnum sjógvin eitt fitt strekki, áðrenn hannvarð fingin upp á land. Hetta varð hildið at verða heilt nýmótans tá.
Karl Peter varð bygdur í Frederikshavn í 1913, og keyptur til Føroya at brúka til sandbát eftir seinna kríggj. Eg minnist tó bara, at hann lá fyri teym heimi á vágni. Har lá hann í nøkur ár, til teir fóru at søkkja hann onkuntíð miðskeiðis í 1960unum.
Pápi og Hjalmar Waag Høgnesen sleipaðu Karl Peter út í Kalsoyarfjørð eitt kvøldi móti skýming, men teir høvdu onga serliga útgerð at søkkja hann við. Dekkið á Karl Petur var rotið, og tað vóru fleiri hol í dekkinum.
Av tí at hann var høgur í ættini og vestfall, var tað eitt sindur gjálvut í fjørðinum. Tí settu teir stevnið á Barsskor spakuliga inn móti síðuni á Karl Petur, og settu síðan ferð á motorin á Barsskor. Tá fór sandbáturin so mikið á liðina, at sjógvur kom inn á dekkið, men tað tók rættiliga langa tíð, áðrenn hann tók at søkka. Tá var hann komin nokkso nær landi við Hvalgjónna uttarlaga á Kunoyarnesi, og stevnið var tað seinasta, sum sást til Karl Peter. Myndin er úr savninum hjá Jóannes Niclasen.


