Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karlamagnus gjørt roktúr og smábátarnir fingið nógvan fisk

John William Joensen

Í morgun var gott lag á monnum á Kósabrúnni. Fiskiskapurin hevur verið smáligur menn seinastu dagarnar hevur rigga betur

Í morgun var gott lag á monnum á Kósabrúnni. Fiskiskapurin hevur verið smáligur menn seinastu dagarnar hevur rigga betur

Karlamagnus landar 25000 pund av upsa til Kósina í morgun og skiparin ætlar sær av stað aftur sum skjótast tí hann sigur ringt veður sunnudagin.

Vit tríggir umborð á Karlamagnus hava drigið 25.000 pund av upsa í fýra dagar. Tá veðrið var gott vóru nógvir bátar og eingin fiskur men so fór hann uppí 13 metrar og bátarnir hvurvu og fiskurin kom. Vit høvdu tveir dagar har vit fingu 10.000 pund uppá dagin, so vit eru vælnøgdir. Upsaprísurin er góður 9,50 pr. kg, sigur Magnus Jóhannesen skipari á Karlamagnus í morgun.

Karlamagnus roynir við snellu tí sum skiparin tekur til so høvdu teir langt síðani verði farnir á heysin um teir høvdu brúkt línu.

Nakrir smærri bátar avreiddu til Landingarmiðstøðina í morgun og teir lógu allir omanfyri 100 pund uppá stampin – so lagið var gott á monnum. Talan var um góða stødd av toski.

Áargarður 4000 pund

Hansa Maria 2500 pund

Brandur 4500 pund

Reynsmúli 5000 pund