Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karlamagnus inn við 16.000 pundu

Oliver Joensen

Snellubáturin Karlamagnus hevur verið norðanfyri nú í tveir dagar. Teir royna við snellu eftir upsa. Magnus Johansen, skipari á Karlamagnus sigur, at teir fingu 6.000 pund í gjár og hava drigið 10.000 pund av upsa inn um stokkin ídag.

Nú er vánaligt veður og hann sigur nógvan vind í nátt, so vit valdu at koma inn nú, segði Magnus Johansen í telefonini fyri løtu síðani.